KJ-Hydraulik keypir JT Electric

KJ-Hydraulik hevur keypt el-fyritøkuna JT-Electric, sum eisini húsast á Kambsdali. Endaliga avtalan verður undirskrivað ein av fyrstu døgunum.

JT Electric hevur fleiri ár á baki, men síðani felagið bygdi nýggjan  og stóran bygning á Kambsdali fyri fáum árum síðan, hevur raksturin verið tungur.Vit bygdu ov stórt og hava kent avleiðingarnar av hesum.Felagið  hevur lagt seg eftir at vera up-to-date við menning av tøkni fyri altíð  at kunna veita viðskiftafólki bestu tænastuna og nýggjastu tøknina.

JT Electric framleiðir eisini PLC-stýringar til stórar og smáar uppgávur.

 

[24.11.2006 – Jóhan Heri Joensen]