Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentanarhúsið

Skeið í máling, seyming og tøving í Mentanarhúsinum

Lagt út av tann 06/07/2007 – 16:15

Tvey skeið í máling, seyming og tøving vóru í Mentanarhúsinum í Fuglafirði seinasta summar.

Skeiðið  byrjaði fríggjakvøld og longu áðrenn tað fyrsta kvøldið var runnið, var íblásturin hjá luttakararunum so stórur, at teir vildu ikki leggja amboðini fyri at hvíla til ein langan leygardag fyri framman.

Men  árla leygarmorgunin var Mentanarhúsið aftur fult av kreativum fólkið, ið bara vildi skapað meri. Allan leygardagin á tamb varð framleitt av lívsins kreftum, og tað leið væl út á sunnumorgunin áðrenn amboðini hvíldu aftur.

Sunnudagurin varð so endabresturin har sýnast skuldi fram. Men luttakararnir høvdu skapað so nógv og høvdu so ilt við
at steðga, at framsýningin bleiv meira eitt verkstað, har tey vitjandi høvdu høvið at hyggja at meðan listafólkini løgdu seinastu hond á verkini.

Og sum tann fullfíggjaði endin á tiltakinum, skein sólin baði oman og niðan í Fuglafirði sunnudagin, so framsýningin av verkunum frá skeiðnum varð flutt útum á tað stásiliga torgið uttanfyri Mentanarhúsið.

Nógv fólk vitjaði framsýningina og áhugin var stórur at fáa fyriskipararnar at skipa fyri einum skeiði afturat. Hetta verður nú aftur í ár verðuleiki, og verður Mentanarhúsið í Fuglafirði, ið er sera væl egnað til tílíkt tiltak – aftur karmur um skeið í máling, seyming og tøving í døgunum 20., 21. og 22. juli 2007.

Tað eru tær tríggjar kreativu eldsálirnar Randi M. Gunnarsdóttir, Oddvør á Lakjuni og Unn E. Petersen, ið skipa fyri.

Til ber at ringja til eina teirra og fáa meira at vita ella at tegna seg á tlf. 266575 (Randi) ella 224253 (Unn)

 

[06.07.2007 – Jóhan Heri Joensen]