Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Tøkni

Beistagerð ella herverk?

Submitted by on 11/09/2007 – 17:25
sendimastur 3
Print Friendly

Myndatólið sum vísir havnina í Fuglafirði, hevur í langa tíð verið til gleði og gagn hjá mongum. Ikki er sjálvdan, at vit fáa fløvandi viðmerkingar til síðuna og tað sum á henni er. Hjá fuglfirðingum í útlegd hevur tað vist verið fastur táttur í dagligdegnum at hyggja hvussu veðrið er heima.

Jóhan  webmaster á hesi síðu, stovnaði í 1999 JJ-Teld, sum síðani bleiv til Atlantic Online. Henda fyritøka varð  slóbrótandi á Internetøkinum her á landi. Sum teir fyrstu bjóðaði henda fyritøka FlatRate tráðleyst samband, í Fuglafirði, fleiri ár áðrenn hinar fyritøkurnar gjørdu tað sama, men undirtøkan varð tíverri ikki góð nokk. Í dag er tráðleysa sambandi selt aðrari fyritøku, men partur av sendiútgerðini stendur enn á bygninginum, og er virkin.

Tíverri fær sendimasturin sum stendur uppi á takinum á fyritøkuni ikki frið. Ótangar hava nú 2 ferðir á ein ella annan hátt, við hjálp av einum enda klatra upp á tekjuna og gjørt seg inná sendiútgerðina.

Fyrstu ferðina varð “cameraði” vent vestureftir og vísti á eina pornomynd sum sett varð frammanfyri. Vit  tóku hettar sum eina beistagerð gjørd av unglingum uttan tankar fyri avleiðingum. Vit vendu tí “cameraðinum”, og so varð tann gerðin gloymd.

(Á tekjuni sæst endin sum brúktur varð til at klatra uppá tekjuna við. Teir komu upp av neystatekjuni vestanfyri Vørðsluna).

Aftur í vikuskiftinum vóru ótangarnir uppá spæl, klatraðu uppi í sendimastrini, og oyðiløgdu nakað av útgerðini – nú er tað ikki stuttligt longur.

Hendir hettar einaferð afturat so verður :

Síðan løgd niður.
Webcameraði sløkt,
og løgreglan kemur at taka sær av málinum

 

[11.09.2007 – Jóhan Heri Joensen]