Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kommunalt

Jarðarkeyp

Lagt út av tann 24/05/2008 – 18:49

Sigurd Simonsen, borgmeistari svarar við skrivið, uppá okkara týðindastubba her á síðuni um keypið av bygninginum hjá Borg.

Tað er bert at frøðast um at svara verður, og vit takka eisini fyri skrivið, sum vit endurgeva, við loyvi frá borgmeistaranum.

 

Góði Jóhan Heri, lærari, heimasíðuambætari og royndur kommunalpolitikkari.

Tøkk  fyri tín stóra áhuga, tú hevur fyri kommunalum viðurskiftum. Tú ert ein av teimum fáu, ið av og á kemur at lurta, tá ið almennir býráðsfundir verða hildnir.

Hetta er kanska orsøkin til,  at tú ert eitt sindur harmur um, at okkurt mál verður viðgjørt fyri aturlætnum hurðum, og sostatt ikki er atkomuligu hjá almenninginum at lurta við.

Hinvegin so  sigur “Fundarskipanin fyri Fuglafjarðar býráð” púra greitt, hvørji hesi mál eru. Grein 1, 2. petti. 2 sigur ítøkiliga at: “Mál um keyp og sølu av føstum ognum og veðseting”, skulu viðgerast fyri afturlætnum hurðum.

Henda  fundarskipanin, ið byggir á kommunustýrislógina, varð samtykt á býráðsfundi 03. oktober 2001, og Jóhan Heri sum býráðslimur atkvøddi fyri. Tað varð eisini sett eitt sterkt ynski frá seljarans síðu, við atliti til starvsfólkið, at halda málið í trúnaði, til avgerð varð tikin.

Sjálvt um hetta mál ikki er avgreitt  í og við at skeytið ikki er tinglýst enn, so hevur tú eftir umbøn, fingið fult innlit í málið, áðrenn tað í grundini var búgvið at fara út sum tíðindi.

Til sjálvt keypið:

  • 1000 fermetrar av lendi
  • 800 fermetrar eru planeraðir
  • 500 fermetrar eru asfalteraðir
  • 130 fermetrar eru stoyptir
  • Piddasabrúgv 90 fermetrar
  • Timburhandilin innrættað 70 fermetrar
  • Timburhandilin óinnrættað 220 fermetrar

Tað  telur eisini uppeftir, at kommunan frammanundan eigur “Piddasahandil/Ribarhús” og neystið hjá Engelbreth Hansen, sála og stykkið oman fyri neystið niðan undir vegin. Sostatt eru fyritreytirnar til staðar at kunna gera nakað munagott til frama fyri býin sum heild.

Ein  prýðiligan bygning av einumhvørjum slagi, ið býarbørnini kundu verið errin av, tað verið seg ráðhús, handilshús, hotel ella ein samanseting av ymiskum. Fyribils, meðan bíðað verður eftir at koma í gongd við bygging, er ætlanin møguliga at nýta húsið til ungdómshús.

So  Jóhan Heri. Panikkloysn, kommunan spælir blindabukk, býráðið dylir keypið sum mansmorð, og loyniligt keyp,  duldar dagskráir, eru trøll, ið ikki eru til.

Tú heldur, at prísurin fyri ognina  er okursprísur. Ein tílíkur pástandur átti at verið hildin upp ímóti ella samanborin við okkurt líknandi keyp. Seinast Fuglafjarðar kommuna keypti nakra ogn í líknandi prísklassa, eins og Borg, var niðri við
sjóvarmálan, var í 2000, tá ið tygum sótu í meirilutanum í býráðnum.

Tá  varð ein ogn 70 fermetrar stór keypt fyri 1,1 mió. krónur. Tá seljarin hevði fingið alt tað, ið hevði nakað sum helst virði, til sín sjálvan, stóð ein múrur og ein dráttur eftir til kommununa at beina burtur. Burturbeining, rudding og slætting kostaðu umleið kr. 200.000,00.

So  hesir 70 fermetrarnir av skráningi heimi á sandi kostaðu kommununi íalt kr. 1,3 mió. í 2000. Jarðarprísirnir eru síðani tá 3 faldaðir og húsaprísirnir 2 faldaðir. Tað vil siga, at í 2008 prísum kosta hesir 70 fermetrarnir umleið kr. 2,6 mió. = kr. 37.000,00 fyri m2, meðan teir 1.000 m2 hjá Borg við ábygdum húsi kostaðu kr. 2,1 mió. = kr. 2.100,00
kr. m2.

So býráðsmeirilutin í 2000 gav 17,6 ferðir so nógv fyri fermeturin enn býráðsmeirilutin í 2008.

Niðurstøðan  er í øllum førum tann, at tað ikki er talan um okur í samband við keypið av Borg, men ein sámiligur prísur og eitt gott keyp, sum vónandi kemur at verða til gleði og gagn fyri tað fólk, ið her býr.

 

Fuglafjørður, tann 22. mei 2008

Vinarligar heilsanir

Sigurð S. Simonsen

borgarstjóri

 

[24.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]