Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Mentanarhúsið

Kjakfundur í Mentanarhúsinum

Lagt út av tann 30/05/2008 – 19:00

Kjakfundur verður í Mentanarhúsinum

sunnukvøldið 1. juni kl. 20.

Á  eykaaðalfundi í Mentanarhúsinum herfyri vóru nýggir limir valdir í nevndina. Nýggja nevndin hevur skipað seg og er farin eldhuga til verka og hevur havt fleiri fundir.

Varmakeldustevnan er fyri framman og nógv hugskot til tiltøk framyvir hava verið havd á loftið.

Eitt  av fyrstu tiltøkunum, sum nýggja nevndin skipar fyri, er ein kjakfundur, sum verður opin fyri øllum, sum hava áhuga fyri húsinum.

Elisabeth Eldevig fer at tosa um framtíðina hjá Mentanarhúsinum. Emily Næs hugleiðir um týdningin av at hava eitt virkið mentanarhús í nútíðarsamfelagnum.

Aftaná verður orðið frítt fyri øllum, sum hava hug at koma við hugskotum.

Vónandi møta fuglfirðingar fjølmentir. Nevndin bjóðar kaffi og køkur og gleðir seg til ein áhugaverdan og konstruktivan fund.

 

[30.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]