Okkara nærmasti granni

Ofta  verður sagt, at Foula er okkara nærmasti granni. Eisini verður Súlu skerð nevnt sum tað nærmasta, men hvørki av hesum er heilt rætt, hóast munurin ikki er stórur.

Skulu  vit verða heilt neyv so er tað lítla oyggin North Rona. Hon vinnur á Súluskerið við 1 km, og heilar 28 km er hon nærri okkum enn Foula Rona og Súluskerð eru partur av Ytru Hebritunum, meðan Foula hoyrir til Hetland

North Rona

Rona er ein oyggj, sum er 120 ha. og nakað størri enn Lítla Dímun, sum er 84 ha. Í dag býr einki fólk á Rona, men fólk hevur fyrr búð har.

Stutt eftir 1685 doyðu seinastu fastbúgvandi 30 fólkini, tí at svarta rottan bar søtt við sær út í oynna. Roynt varð aftur, at seta búgv, men tey seinastu fluttu av aftur  oynni  umleið 1695, eftir tað hevur bert seyður liva á oynni. Oyggin Rona verður nevnd í 17. ørindi í kvæðinum “Norska Løva”:

To Ejland måtte vi
med sorg igennem drive,
Boro og Rona sig,
om du dem vil beskrive,
der vi vor juledag
igennem måtte gå,
Gud hjælp os i den sag
alt på den bølge blå.

Súlu skerð
Súlu skerð er óbygt Fyrstu  ferð Súlu skerð er nevnt í skrift er í árinum 1549 har Dean Munro greiðir frá, at menn frá Ness á hvørjum árið fara út og taka súlupisur. Enn í dag fara menn úr Ness tvær síðstu vikurnar í August út og taka Súlu. Býurin Ness liggur norðast á Ytru Hebritum og har búgva uml. 1.000 fólk

Á Foula búgva 26 fólk og oyggin er 13 ferkilometrar í vídd.

Posthús er á oynni.

Eisini ein lítil kirkjan

5 stórar vindmyllur og ein hampuliga stór sólorkuskipan veita oyggjabúgvunum el og hita.

Landslagið minnir ikki sørt um Føroyar.

Wester Hoevdi
Sjálvt staðarnøvnini bera boð um grannalag

 

[21.07.2008 – Jóhan Heri Joensen]