Heðin Kambsdal á Kambsdali

Heðin í LM handlinum

Í dag Fríggjadagin 22. August letur upp listaframsýning í hølunum hjá P/f Leif Mohr á Kambsdali

Heðin  Kambsdal er ein av okkara fremstu og evnaríkastu listamálarum, íblástur fær hann til málningar sínar við at hyggja út gjøgnum gluggan. Fyri honum er spæli millum ljós og skugga í tí, hann málar, at sammeta við lívsins kor, har tað aloftast rivar fyri ljósi, táið myrkt sær út. Heðin gevur okkum við málningi sínum ljós í myrkrinum.

Á framsýningini, hevur Heðin eitt vakurt úrvæl av stórum og smærri nýggjum oljumálningum, flest teirra eru náttúrulýsingar .

Ferniseringin  verður fríggjadagin 22. August kl. 17.00 til 20.00, har listamaðurin verður at hitta, vit bjóða kaffi, kakao og køkur, eisini verður tónleikaframførðsla afturvið. Ókeypis atgongd.

Framsýningin heldur fram í umleið ein mánað.

Vanligar upp og afturlatingartíðir hjá Leif Mohr á Kambsdali:

Mánadag – Fríggjadag 10.00 – 17.30
Leygardag 10.00 – 13.00

 

[22.08.2008 – Jóhan Heri Joensen]