Vanliga verður sagt, at Fuglafjørður er ein endastatión á veganetinum, men verðuligu tølini siga nakað heilt annað.
Ferðslumátari hevur staði uppi heimi á Krossinum nú í eina tíð. Tað eru mátingarnar frá hesum vit brúka sum grundarlag undir hesum greinastubba.
Mong mundu tey vera sum stúrsaðu við táið Albert Isfeld í útvarpssendingum fleiri ferðir tók niðara veg í Fuglafirði sum dømi og segði, at har bert koyrdi hendinga bilar. Henda mynd mann helst verða frá barnaárunum, einaferð í 60 unum, táið hann vitjaði mostur sína í Fuglafirði, tí verðuleikin er ein heilt annar í dag.
í dag er sera nógv bilferðsla á niðaravegi, og ein stórur partur av hesum eru stórir og tungir bilar.
Vit hava tikið dagarnar 25/8 – 2/9 í ár sum dømi uppá ferðsluna á niðara vegi í Fuglafirði
Hesar 14 dagar koyrdu 9.903 bilar á vegastrekkinum á veg inní býin
Um vit roknað við, at teir flestu eisini koyra aftur hinvegin so nærkast vit teimum 2.000 bilunum um dagin sum koyra á hesum vegastrekki. Røttu orðini fyri vegastrekkinum má tí verða, at vegurin er ein nógv trafikkeraður vegur, og fuglfirðingar hava vant seg við hesa ferðslu á høvuðsvegnum. Eisini kann sigast, at nógv fólk er altíð at síggja til gongu, tí her er stuttur vegur til alt. Sagt í stuttum ein hugnaligur býur við nógvari ferðslu á niðara vegi.
Ferðslukanningarnar hesar 14 dagarnar vísa:
Á vegastrekkinum koyrdu 9.903 bilar í miðal 707 bilar um dagin, annan vegin.
Av hesum hildu 2.055 lógarásetta ferðsluhámarkið 30 km/t
1.660 bilar koyrdu 40 – 45 km/t
803 bilar koyrdu 45 – 50 km/t
423 bilar koyrdu > 50 km/t
Miðalferðin fyri allar bilarnar var 36 km/t
Her eru nøkur tøl sum vísa nakað heit annað enn tað sum sagt verður.
[09.09.2008 – Jóhan Heri Joensen]