Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Sangur, Tíðindi

Konsert í Fuglafjarðar kirkju

Submitted by on 07/10/2008 – 09:48
Print Friendly

Hóskvøldið 9. oktober kl. 20 er konsert í Fuglafjarðar kirkju við Moniku Stauss Joensen á violin og Fionu Bechmann á flygil.

Á skránni er tónleikur av Mozart, Mendelssohn, Grieg og Hubay.

Monika  Stauss Joensen hevur verið rættiliga virkin og hevur verið eitt kent navn í føroyskum tónleiki. Fiona Bechmann (Fiona Clark) hevur hinvegin ikki verið so nógv umrødd seinastu árini. Tó er hon ikki ókend um okkara leiðir; Fiona Bechmann arbeiddi sum lærari á Føroya Musikkskúla í árunum 1986-1996. Hon spældi við Føroya Symfoniorkestri og gjørdi eitt nú útvarpssendingar um tónleik.

Aftaná konsertina hóskvøldið verður ein kaffimunnur at fáa.

 

[07.10.2008 – Jóhan Heri Joensen]