Rættiliga fitt av fjølbroyttum virksemi hevur verið í Mentanarhúsinum í seinastuni. Umframt dansirnir og konsertirnar, sum hava verið fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum í fleiri ár, hava í farna árið eisini verið sjónleikur, klassiskar konsertir, kjakfundir, stavikapping, umframt ymsar privatar veitslur.
Mentanarhúsið er ogn Fuglafjarða Sjónleikarfelags, og tí er mest forkunnuga av fyrrnevndu tiltøkunum helst, at Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum ikki hevur hóskandi leikpall í Klaksvík, hevur vant Emil í Lønnibergi í Fuglafirði og spælt hann 25 ferðir fyri fullum húsum. Hetta hevur merkt Mentanarhúsið og alla bygdina, tí at fólk eru komin úr øllum landinum at síggja leikin í Fuglafirði, og hevur tað verið sera stuttligt at uppliva.
Men eisini konsertirnar hava verið fjølbroyttar. Tað seinasta árið hava verið bæði klassiskar klaver-konsertir, forkunnuga
Kvartettin til Tíðarinnar Enda við málningum av Frits Johannesen, fjølbroytta Varmakelduskráin við m.a. fleiri lokalum nøvnum, GBOB, umframt konsertir við Búa Dam, Petur Háberg, Finnur Jensen, Høgna Lisberg, Hanusi, Týr og the Dreams. Harafturat hava fleiri ymisk nøvn spælt til dans, t.d. Vit, Synarchy, Ineptus, Anfinn og Co. við Karl Martin Samuelsen, 4ever og Wolfgang. Í næstum spæla Punktum leygarkvøldið og Spaðar 5 á føstulávint.
Við teimum tiltøkum sum hava verið, er virksemi í húsinum økt so mikið nógv, at neyðugt er við einum fulltíðar leiðara í húsinum. Tískil fer skjótt at vera lýst eftir leiðara til húsið, og nevndin hevur góðar vónir um, at hesin fer at økja virksemi og lønsemi í húsinum enn meiri.
Men nú er tíðarskeiði hjá hesari nevndini nærum runnið, og tíð er aftur at halda aðalfund. Í næstum verða limakort send út til limirnar, sum, tá tey hava goldið, hava atkvøðurætt og møguleika fyri at stilla upp til nevndina, um hugur er til tess. Annars ber eisini til at tekna seg sum lim á sjálva aðalfundinum. Um tú hevur áhuga í hvat hendir í Mentanarhúsinum, átti tú kanska at komi á aðalfund og gjørt tína ávirkan galdandi. Aðalfundurin verður mikudagin 18 februar í Mentanarhúsinum.
[02.02.2009 – Jóhan Heri Joensen]