Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Skip, Tíðindi, Vinna

Halda gang

Lagt út av tann 28/09/2010 – 15:26

Misnøgd er í Fuglafirði, tí russiskir trolarar halda so nógvan gang. Mánanáttina  lógu nógvir fuglfirðingar í andverki, tí ein russiskur trolari, sum umskipaði til eitt farmaskip, hevði so nógvan gang.

 Í  gjár fekk føroyski umboðsmaðurin hjá skipinum so boð um, at hetta bleiv ikki tolt eina nátt afturat, sigur borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurð Simonsen, við Útvarpið.

Hann sigur, at hann tók hesa avgerðina í samráði við formannin í havnarnevndini og havnarmeistaran.

Russiski  trolarin fekk boð um, at hann skuldi gevast við at umskipa klokkan 10 í gjárkvøldið. Arbeiðið kundi so takast uppaftur í morgun klokkan sjey.

Helt skipið líka nógvan gang, hóast tað ikki umskipaði, skuldi tað fara út á pollin at liggja í nátt.

Men bæði russisku skipini, trolarin og farmaskipið, rýmdu úr Fuglafirði í gjár.

Sigurð Simonsen, borgarstjóri, sigur, at gangurin frá trolaranum var verri, enn til ber at góðtaka í Fuglafirði.