Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » List, Útvald

Fuglfirðingur brent navn sítt fast í Hoyvíkstjørn

Lagt út av tann 20/12/2010 – 15:31

Listaverkið  “Uppdrift”, sum listamaðurin Helgi Midjord hevur gjørt, varð avdúkað í morgun klokkan 10. Listaverkið stendur á Hoyvíkstjørn.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og Jógvan Arge, formaður  í mentamálanevndini, helt skemtiliga røðu um Hoyvíkstjørn og søgur í tí  sambandi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jógvan  Arge, formaður í  mentamálanevndini avdúkaðu síðan listaverkið undir miklum rómi av  áskoðarum. Farvegur til gummibát var høgdur í ísin á tjørnini og teir  báðir Heðin Mortensen og Jógvan Arge vórðu síðan leiddir út at avdúka listarverkið. Ein sera undirhaldandi løta. Aftaná bjóðaði býráðið ein  drekkamunn á Tjarnargarði, sum liggur við Hoyvíkstjørn.

Helgi Midjord, sum hevur gjørt listarverkið,  sigur, at eggið við  fostrinum ímyndar uppgangandi megi, har tann tunga og rustaða stálketan hevjar seg upp móti himli. Ketan er nalvastrongur,  sum førir til okkara  felags móðir, Móðir Jørð, sum vit øll eiga at taka hond um, so at okkara  eftirkomarar fáa eitt virðiligt lív, tí uttan hennara grøði og føði er  einki lív og eingin uppdrift.

 

[20.12.2010 – Jóhan Joensen]