Nostalgi – í myndum

Myndin, av Gjógvarálandinum í Fuglafirð, er tikin  20 august í 2008.

At broyting kemur í er bert gott, men tað eru óivað fleiri við mær sum drýpa høvur, og falla í noastalgiskar tankar. Vit minnast afturá eitt av stóru arbeiðsplássunum í Fuglafirði, og minnast eisini teir sum her bygdu land.

Sjálvur arbeiddi eg ongan tíma úti á Ísvirkinum, men tey eru mong, sum fingu góða inntøku á hesum arbeiðsplássið.

Vit minnast eisini kuldagoymsluna. – Húskini í Fuglafirði kundu leiga sær eitt rúm til at goyma døgurðamat í. – Tá var køliskáp og frystiboks eitt ókent fyribrygdi. Vit vóru tí ikki longur bundin at  turrum og saltaðum mati. Nú kundi ferski maturin goymast.

Tað sum eg skrivaði undir fyrstu mynduni er heilt greitt  trístjórnað nostalgi –  men,  er nostalgi ikki bert nakað sum berjist móti framburði? Jú, viðhvørt er tað tíverri rætt, men rein nostalgi sum hildin verður at egnum barmi, hevur sínar avgjørdu dygdir – góð minnir fáa loyvi til at reika í huganum.

At Ísvirkið verður tikið niður – skilji eg væl – her verður arbeitt við framtíðini fyri eyga, bygningurin hevði tænt sínum endamálið, men nú varð tíðin farin frá hesum bygningi.

Vit minnast aftur á gamlar dagar, og teir slóbrótarar sum her stílaðu fyri.

Mong eru við mær sum síggja hesar myndir við nostalgiskum eygum – góð minnir fara í søguna – ein býarmynd er horvin.

Men, vit eiga at síggja frameftir.

Arbeiðsumstøðurnar hjá ælingini skulu fáast uppá eitt hægri støði.

Ísvirkið er í dag  burtur úr býarmyndini.

Ein broytt býarmynd.

Jú, ein býarmynd er horvin, men ein nýggj tíð liggur fyri framman.

Vit her á portalinum vilja ynskja laksavirkinum alt gott, og skilja væl tað avgerð sum tikin er.

Bygningurin hevði í dag bert nostalgiskt virði.

Nostalgiin byggir einki upp, men tað er hugnaligt at minnast á gamlar dagar.

At enda vilja vit ynskja Laksavirkinum alt tað besta.

NB:

Tíverri veit eg ikki nær Ísvirkið varð bygt, men einaferð í seinnu helvt av 30 árunum er  á leið.