Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Fótbóltur, Ítróttur, Tíðindi

Bogi Løkin eisini við ÍF í 2012

Lagt út av tann 08/12/2011 – 11:27

Tað er nú greitt at Bogi Løkin eisini verður við í ÍF hópinum í 2012

Bogi kom til ÍF áðrenn kappingarbyrjan 2011, og fekk beinanvegin tí kreativu 10’ara uppgávuna í ÍF blusuni, og tað er júst har Bogi hevur víst seg at verða knívskarpur. Bogi hevur verið sera eyðsýndur í Vodafonedeildini, og eru vit sera fegin um at kunna avdúka, at Bogi hevur undirskrivað ein 1-ára sáttmála við ÍF. Leggjast kann afturat, at Bogi bleiv nummar 3 í kappingini um at gerast “Ársins ÍF leikari 2011”.

 

Vit vilja ynskja Boga góða eydnu víðari komandi kappingarár í Fuglafirði.

 

Kelda: www.if.fo