Stórt nýggjárshald

Leygardagin 31 desember verður stórt nýggjárshald í Fuglafirði, har øll eru vælkomin í Mentanarhúsið.

Byrja verður kl. 20 við felagssangi og røðu við Gudny Vang inni í Mentanarhúsinum. Síðani fara vit at skjóta fýrverk og aftaná bjóðar kommunan suppu inni í Mentanarhúsinum.

Aftaná at fólk hava hildið nýggjárshald heima ella hjá vinum, verður dansur í Mentanarhúsinum við altíð vælumtókta Martin Kjærbo. Hetta er ein dansur fyri Mentanarhúsvinir, sum merkir at tað er neyðugt at tekna seg til dansin. Fólk kunnu tekna seg á facebook síðuni ella undir facebook bólkinum sjálvum.