Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Tíðindi

Ein sólsskinssøga

Lagt út av tann 02/01/2012 – 12:36

Í dag er fyrsti arbeiðsdagur í 2012. Nógv eru tey,  sum kunnu halda fram í tí arbeiði tey høvdu í gamla árinum, men tíverri eru eisini mong  runt um í landinum, sum ikki vita sær nakað lønandi virksemi at fara til.

Í Fuglafirði hómast tó ein kærkomin glotti fyri framman.

Arbeitt verður fram ímóti at laksavirkið aftur fer undir framleiðslu í hesi vikuni – møguliga hósmorgunin. Umleið 30 fólk kunnu sostatt í fyrsta umfari koma í støðugt arbeiði. Fyri Fuglafjørð og tey starvsfólk sum aftur kunnu koma í vinnu er hetta ein sonn sólsskinssøga.