Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Kunning, Tíðindi, Tónleikur

Vónríkir tónar úr svartasta tunglyndi.

Lagt út av tann 24/04/2012 – 10:55

“Eg havi altíð havt eina veika sál,” sigur Rógvi á Lakjuni. Fyri unga fuglfirðingin endaði eitt lívslangt stríð við happing og lágum sjálvsáliti við svárum tunglyndi. Men tað er vón fyri framman. Vónin hjá Rógva er at hoyra í lagnum, hann gevur út í dag, “Where Is The Sun”.

 

Rógvi varð føddur við breki. “Eg hevði eitt rímuliga stórt brek við beinunum og mínum fínmotorikki,” greiður hann frá. Hóast hann orsaka av hollari venjing nú klárar seg væl, minnist hann aftur á tungar løtur í barndómsárunum. “Eg varð frá barnsbeini av ógvuliga nógv ávirkaður av at fólk argaðu, happaðu og gjørdu gjøldur úr mær.” Og hendan happingin setti síni spor.

 

Í 2008 fór fyritøkan, har Rógvi hevði sítt lærupláss á heysin. “Man kann gott siga, at eg fór á sama hátt á heysin sálarliga,” sigur hann um hesa tíðina, sum hann lýsir sum djúpt vónleysa. Onkuntíð gekk tað betri, onkuntíð verri. “Men har var altíð ein nívandi kensla í bróstinum,” viðgongur hann. Í 2009 fekk Rógvi staðfest tunglyndi. Hann fekk heilugvág, men tað gekk strilti at finna tann rætta. Eftir tí triðju royndina at gera av við seg sjálvan í november 2010 og eftir at hava viðgingið tað fyri konu síni, sendi hon hann á psykiatrisku deildina á sjúkrahúsinum í Reykjavík, har tey búðu um tað mundi. “Har fekk eg ótrúliga góða hjálp frá læknum og sálarfrøðingum.”

Men ikki øll hjálpin kom frá læknunum. Inni í einari stovu á sjúkrahúsinum fann Rógvi eitt gamalt, slitið klaver. “Eg dugdi ikki serliga væl at spæla, men eg fekk brongla meg til nøkur løg,” fortelur hann. Og hetta var júst tað, hann hevði brúk fyri. “Ígjøgnum tónleikin fekk eg eina nýggja vón og eg lærdi at arbeiða við tunglyndinum.” Við nýggja tónleikinum í skjáttuni, legði Rógvi á Lakjuni sítt lív um. “Eg bestemmaði meg faktist til at frá tá av skuldi lívið bara ganga ein veg – uppeftir!” Hann byrjaði at íðka ítrótt og at eta sunt og gevur konuni, Sólrún Ástu, og dóttrini, Sáru Björt, stóran part av æruni fyri at tað byrjaði at ganga uppeftir aftur.

 

“Í dag havi eg tað nógv betri og eg havi eitt nógv stabilari lív,” tekur Rógvi á Lakjuni samanum. Við nýggja lagnum, “Where Is The Sun”, vil hann veita teimum, sum eru tunglynd júst sum hann var, vón. “Har er vón og lív at finna onkrastaðnis, sjálvt um at júst nú tykist alt so dapurt og tunglynt!”

 

“Where Is The Sun” varð framleitt av Ólavi á Váli Olsen. Talan er um eina íoyrafallandi popp balladu, har einfalda og vakra sanglagið er miðdepilin. Tey, ið framføra, eru:

 

Rógvi á Lakjuni: Sang

Ólavur á Váli Olsen: Klaver, guitar, synth og kór

Mikkel Riber: Bass (spælur við m.a. Rasmus Seebach, Linje 3 o.ø.)

Jesper Thomsen: Trummur (X-Factor trummusláari)

Anna á Váli Smith: Cello

 

Mikudagin 25. apríl seinnapart kann “Where Is The Sun” keypast á iTunes og hoyrast á Spotify, umframt at lagið fer í umfar á føroysku útvarpsrásunum.

 

Facebook síðan hjá Rógva er www.facebook.com/rogvimusic

Eitt preview av lagnum “Where Is The Sun” kann hoyrast á her: http://soundcloud.com/rogvial/where-is-the-sun-by-rogvi