Nýggjur graslíkisvøllur í Gøtu

Í dag kl. 10.00, varð tann nýggi graslíkisvøllurin í Norðragøtu avhendaður til Eysturkommunu. Eysturkommuna hevur útskift báðar vallirnar í kommununi. Vøllurin í Leirvík varð handaður í apríl og í dag er vøllurin í Gøtu avhendaður kommununi.

Vallirnir eru báðir av merkinum DOMO, sum Idé Møblar er veitari av. Vøllurin í Leirvík hevur svart gummigranulat, meðan tann í Gøtu hevur grønt gummigranulat í grasinum. Báðir vallirnir eru FIFA 2 STAR.

Víkingur skal leika á heimavølli mikudagin móti NSÍ. Ddysturin byrjar kl. 19.00