Starv sum KT umsitari

Starv sum KT umsitari til Fuglafjarðar kommunu

 

Søkt verður eftir KT-umsitara til Fuglafjarðar kommunu til setan 01. september 2012 ella skjótast eftir hetta.

Førleikakrøv:

Vit meta tað sum ein fyrimun, um umsøkjarin:

  • Hevur útbúgving og/ella royndir innan kunningartøkni.
  • Hevur fyrisitingarligar royndir.
  • Hevur góðan skrivligan og munnligan førleika til serliga føroyskt, men eisini fremmant mál
  • Dugir væl at samskifta.
  • Er jalig/-ur, opin og fyrikomandi
  • Sær møguleikar fram um vansar.
  • Talan verður um nýtt starv, sum tú saman við fyrisiting kommununar verður við til at skapa frá byrjan.

Arbeiðsøki:

Tú kemur í tøttum samstarvi við fyrisiting kommununar at hava dagligu ábyrgdina av:

 

  • At umsita og halda verandi telduútbúnað og net viðlíka.
  • At taka sær av øllum telduinnkeypi hjá øllum kommunalum stovnum.
  • At verða við til at útbyggja og nútímansgera verandi netskipan, og at samskipa stovnar kommununar til felags net og skipanir.
  • At hava dagligt samskifti við veitarar av tele- og telduútbúnaði.

Tilvísing:

KT-umsitarin hevur tilvísing til kommunustjóran.

 

Løn:

Starvið verður lønt sambært sáttmála við avvarandi felag sum Starvsmannafelagið.

 

Starvsupplýsningar:

Nærri upplýsingar um starvið umframt undirliggjandi tilfar fáast við at venda sær til Jákup Frants Larsen á telefon 238002.

 

Umsókn:

Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn við viðkomandi prógvum og viðmælum til Fuglafjarðar kommunu, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður.

 

Umsóknarfreist:

Umsóknin skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi 16. august 2012 kl 15.00.

Býráðið skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.

Fuglafjørður, tann 20. juli  2012

Fuglafjarðar kommuna

Scroll to Top