2. Jólakvøldsdansur verður í Mentanarhúsinum

roxEin ordans 2. Jólakvøldsdansur verður í Mentanarhúsinum tann 26. desember frá kl. 23.30 – kl. 04.00.

Tað verður tann væl umtøkti bólkurin, Rox, sum spælir til dans hetta kvøldið.

Manningin er: Signar í Homrum, Mikkjal Hvannastein, Henning Nicodemussen og John Johansen.

Kostnaður 150,-

Bussar koyra av Toftum og Klaksvík kl. 23.30 og heimaftur beint eftir dansin fyri einans 100 kr. báðar vegir. Ring og bílegg pláss til bussin á tel. 235253.

Kom til Fuglafjarðar 2. Jólakvøld, tað er ALTÍÐ gott hetta kvøldið í Fuglafirði!