Jólakonsert í Siloa

siloa_660x420Leygarkvøldið 22. desember verður ein jólakonsert í Siloa, har Siloakórið, Hjalti Bogason og ein trio fara at syngja. Harafturat verður okkurt jólaligt tónleikastykki framført.

Silokórið hevur nú í rættiliga nógv ár havt okkurt sangtiltak fram móti jólum. Og soleiðis verður eisini í ár. Kórið fer at syngja einar 14 sangir – og er tað ein ógvuliga blandað skrá. Tey syngja stillar jólasangir, rytmiskar sangir, sangir við og uttan ljóðføri – og tey syngja bæði á føroyskum og enskum. Nógvir av sangunum eru útlendskir av uppruna, men tey syngja eisini onkrar, har bæði orð og lag eru skrivað av føroyingum. Saman við kórinum er eitt væl ljómandi orkestur. Eyðun á Lakjuni stjórnar kórinum.

Tann ungi havnardrongurin, Hjalti Bogason, sum fyri stuttum gav fløguna “Jólini ljóma” út, fer eisini at syngja nakrar sangir á konsertini í Siloa.Eisini fer ein trio við limum úr Siloakórinum at syngja ein sang. Eitt sindur av jólatónleiki frá einum lítlum orkestri verður eisini at hoyra. Eftir konsertina, sum verður 20, bjóðar kórið ein drekkamunn.