Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Hugleiðingar, Tíðindi

Emma Winther á nítifimm ára degnum, 4. febr. 2013

Lagt út av tann 04/02/2013 – 23:34

Emma WintherTá ið Emma Winther var lækni í Fuglafirði, hevði hon ein  Anglia, gekk í okkurgulum frakka og hevði eina reyðbrúna tasku. Hon búði sjálvandi í Doktarahúsunum – gift við Eyðuni Winther av Sandi. Børnini vóru Katrin, Ólavur og Dávur. Hetta vóru fólkini í hesum aldingarði í Fuglafirði

 

Vakra kvinna, litríka kvinna

setur seg í Anglia bilin við reyðbrúnari tasku.

Í henni er lívgevandi vágur

og amboð til snildisligu fingrar hennara

at ambæta sjúklingum,

sum liggja á lofti

og bíða eftir hennara vælsignaðu hond.

 

Móðir var fongd við liðagikt. Emma kom tíðan norður til okkara á Bakkanum og upp á loftið, har móðir lá og bíðaði eftir hennara vælsignilsi. Tá ið Emma hevði hugt inn og sitið eina løtu, var alt gott.

 

Kemur ein okkurgulur frakki upp trappurnar

og ein morlitt taska.

Vakra Emma úr griskum standmyndum

við klassiskum høvuðburði

er komin á gátt.

Eitt andlitsbragd av Afrodite

vitjar sjúklingar sínar undir væðing –

undan lívsins havsbrúgv

anda mildir vindar yvir sjúkralegu

og sálarkrókar.

Alt var gott, tá ið Emma hevði verið á gátt.

 

Emma gekk um Skarðið til bygdirnar norðanfyri. Vegasambandið kom 1968. Dømi eru um, at hon helt tvær ferðir á Skarðið jólaaftan eitt árið. Símun Abrahamsen og Edvard Jacobsen, klokkarin, plagdu onkuntíð at fara við henni á vetrardegi um hesa leið.  Ofta varð siglt  við motorunum hjá Pidda til somu bygdir. Hon dugdi streym. Onkur útróðrarmaður í bygdini ráðførdi seg við Emmu um streym og útróðrarlíkindi, tá ið farast skuldi til útróðar. Jógvan hjá Biritu og Solberg hjá Niklasi fóru onkuntíð t. d. við Eriki neyðsynjarørindi.

 

Kavi og kavarok, sirm, surk, sólskin og doðavegur

far fótin at flyta seg um Rossarygg-

Botnsbrúgv, Skarði, Kliv – millum “Duris og klettar”,Durutuklettar,

til sjúkling, á sjúkradegi, á beði við veikari megi,

Raska kvinna í okkurgulum frakka við morlittari tasku

og fylgisneytum frægum, har mannfólkahond

leiðir hana  á ferð til onnur lond.

 

Glintar motorur um Enni, Byrgi, Nevi, Fuglafjarðarboðar og Nestanga.

Erikur fær ein skvamp..

Jógvan hjá Biritu má um róður og kobling hanga,

so at Emma ikki fær ein skvamp á vanga.

 

Emma stendur stumm við hansara lið

og heldur um  skøvning, hond og bond

og kinkar eftir sínari ond…….

– Jógvan, stýr, stýr útfrá … ella far inn ímóti Góðadali

har er ein afturundirgerð,

sum veitir mær  sálarkvirru

og betri kyrru

á hesi ferð.

Jógvan ger, sum Emma sigur

og stýrir inn at Smørgjógv,

har ræður aldufriður

við lygnum á sjónum

í lyndrandi tónum.

Solberg stendur í kappa

og roykir sær eina ball,

meðan hann lítur út á Kall

og hyggur niðan  i Góðadal,

har hann sær lamb og ær

liggja Tjóvalágni nær.

 

Soleiðis vóru útferðirnar norðurum, men hon koyrdi eisini við bili úteftir. Tá ið farið varð oman av Eiðinum eftir vegnum oman til Norðagøta, var eitt serpentinar snar her. Emma gleið á einum sinni her í kava við bili, og tí varð svingið kallað Winthersving.

 

Kavafólv um Tyrlar og Lorvíksfjall.

Snjófannir skyggja í ovurviðkvæma vetrarljósinum,

og eina skamma stund gjørdist bilurin snjóblindur og fór útav.

Ikki var tað Skarðið ella um Fuglafjarðarboðar, ið nú farast skuldi um

men á hesi stund var tað bert ein lítil høvd, sum hevði ein hálan lunn.

Nú var tað vetrargler, ið darvaði tínari ferð – ikki boðar, sker og skarð,

men bert eitt lítið snar.

 

Fremst í huga lá at veita linna og bót til fólk á sjúkralegu,

Onkuntíð hevði megurð og moldartrot gjørt eitt innskot í likam og sál,

og skuldi eitt gott orð, eini góð ráð og góður heilivágur til at lyfta og lætta um mið og mál.

Hóast hálka, skyggísur – sum á kalvabaki, átti taki

so fórt tú av stað um boðar, dalar, skørð og skorð – suður og norð.´

Emma Winther, drotning Afrodite, tú vart sera gløgg, vitug og kring

og minnið um teg og tínar dagar her liva í Winthersving.

 

Hjartaliga til lukku við teimum nítifimm árunum.

Frits