Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Tíðindi

Dánjal Vang sjeyti fimm ár, 21. februar.

Submitted by on 21/02/2015 – 02:16
Print Friendly

Danjal Vang

 

 

 

 

 

Tel tínar dagar, mánaðir, vikur og ár

á lærarastovuni, í skúlanum , heima við hús

og allar vegir og steðir, har sum fótur tín hevur flutt seg,

og tú fært hesar løtur til sjeyti fimm ár.

 

Ja, tað var eins og í gjár,

vit hittust undir hesum bitum – nítjanhundrað seksti sjey,

so væl tú tókst ímóti mær,

so hugnaligt tað mangan var,

tá ið søgur og frásagnir í ymsum líki

áttu dagin og løtuna.

 

Tú komst av Tvøroyri

við tínum frummáli….

ogur og je var mangan á lofti

yvir einum góðum dussi av te.

 

Trúfastur hevur tú verið,

og enn gongur tú so spelkin sum ein unglingi

um tún og stræti

í tínum lívsins kæti.

Góði Dánjal!

Takk fyri tíð, sum farin er

og gott lívskvøld

í hesi verð.

 

Frits

Johan Ellendersen, Dánjal Vang, Herluf Berthelsen, Lovisa Johannesen, hálvdan Mohr og Poulina Olsen(vikarur) á lærarastovuni  í sjeyti árunum.

Johan Ellendersen, Dánjal Vang, Herluf Berthelsen, Lovisa Johannesen, hálvdan Mohr og Poulina Olsen(vikarur) á lærarastovuni í sjeyti árunum.