Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Kunning, Mentan, Mentanarhúsið, Tíðindi

Sólarmyrking í Mentanarhúsinum

Submitted by on 03/03/2015 – 09:13
Print Friendly

sólarmyrkingFríggjadagin 20. mars vera fleiri tiltøk í Mentanarhúsinum í sambandi við sólarmyrkingina.

Kl. 8.30: Stórt morgunmatarborð / brunch í ovara sali. Er veðrið til vildar, ber til at taka morgunmatin við út hinumegin Mentanarhúsið at fylgja við í sólarmyrkingini. Kostnaður kr. 100.

Kl. 18: Føroyskt sjálvtøkuborð við vældámdum rættum úr føroyska køkinum, m.a. lambsrættir, fiska- og sjógætisrættir, smakkiroyndir, rabarbudessertir og einari Solar Eclipse øl afturvið. Eisini syngur Niels Midjord nakrar Leonard Cohen tulkingar.
Kostnaður kr. 250; bílegging á menthus@fuglafjordur.fo ella tlf. 238070.

Kl. 21: Sólarmyrkingarkonsert við nøkrum av okkara bestu tónleikanøvnum. Lena Anderssen syngur vøkru og fangandi løgini hjá sær saman við Niklas Johannesen. Aftaná undirheldur Dánjal á Neystabø við nøkrum av sínum bestu løgum.
Kostnaður kr. 180; bílegging á menthus@fuglafjordur.fo ella tlf. 238070

Kostnaðurin fyri bæði sjálvtøkuborð og konsert er kr. 395, tá bílagt verður innan 13. mars.