Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Hugleiðingar, Lesarabrøv, Mentan, Skúli og barnaansing, Tíðindi

Føroya Fólkaháskúli.

Submitted by on 18/05/2015 – 09:52
Print Friendly

Frits JohannesenJa, tað er dapurt at hoyra og lesa um støðuna hjá Føroya Fólkaháskúla. Onkuntíð verður tikið til umhús, sum eru komin á fallandi fót, at tey síggja so karlagin út. Tað er dapurt, at slík orðing skal leggja seg út yvir ein so gyltan stovn, sum kanska er ein tann vakrasti mentanararvur, sum okkum føroyingum er givin í anda av N.S.Grundtvig(1783-1872), Símun av Skarði(1872-1942) og Rasmus Rasmussen(1871- 1962), har tað livandi orðið, borið fram av eldhuga á móðirmálinum frá einari livandi mannasál, kundi gera undirverkið.

Faðir mín, Theodor Johannesen, gekk á Háskúlanum veturin 1925/ 26. Hann tosaði altíð um tíðina fyri Háskúlan og eftir Háskálan. Hann var føddur 1908 og doyði 1986. Hetta árið gekk Kristian Osvald Viderø(1906- 1991) eisin á Háskúlanum. Í hesum sambandi rann ein partur av eini talu fram fyri meg, sum Viderø helt á Muntra á Varmakeldu 1958, har hann millum annað umrøddi Havna Dánjal og um smáttu hansara: Havna Dánjal stóð fram á prukku sína og segði: “ Mær leingist aftur til smáttu mína, har 40 íløt stóðu undir leka!” Ja, hvør leingist ikki aftur til Háskúlan, ið hevur gingið har, sum í dag stendur fram á prukku sína og sær tey 40 íløtini standa undir leka á Háskúlanum? Hóast hesa poetisku mynd, so er tað tungt fyri okkum øll, at hetta hús er komið a fallandi fót. Føroya Fólkaháskúli hevur givið tí vanligu fólkasálini so góðan styrk til lívsins yrki og virki líka síðani 1899. Vónandi verða tað aðrar hendur, ið taka um endan enn tey 40 íløtuni, sum í dag standa undir leka á Føroya Fólkaháskúla. Hetta er karlagið og dapurt!!!

Frits Johannesen