Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Arbeiði, Kommunalt, Kunning, Tíðindi

Arbeiðið at spreingja nýggju goymslutunlarnar gongst væl

Submitted by on 13/11/2015 – 02:54
Tunlar
Print Friendly

Mikumorgunin tann 11. novembur var støðan á arbeiðinum tann, at komið er 51m heimeftir í tí uttaru høllini og 41m heimeftir í tí innaru høllini í fjallinum.

Vanliga verða 5m av tunli skotin í senn. Hvørt hallarprofilið er 119 fermetrar til víddar.

Hetta merkir, at hvørja ferð skotið verður í hallunum, verður ein nøgd  uppá 595 kubikmetrar í føstummáti skotin sundur í smátt.

Tá ið grót verður skotið sundur í rúgvu, fer tað at fylla munandi meir enn tá tað er fast í fjallinum.

Øll hendan grótrúgvan verður so grivin upp í stórar lastbilar sum taka upp í 18 kubikmetrar hvør og koyrd út á fyribilsgoymsluna.

Í løtuni verða 4 stórir bilar brúktir og koyra teir umleið 20 túrar hvør fyri hvørt skot.

Vanliga verður skotið tvær ferðir hvønn dag.