Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Home » Fiskivinna, Tíðindi, Vinna

Elisabeth D. Eldevig við á Ársins Íverksetaradegi

Submitted by on 29/03/2017 – 15:00
17492540_1520153091349685_2032375863677905433_o

Ein av røðarunum á Ársins Íverksetaradegi fríggjadagin, er sterka vinnulívskvinnan í Framherja í Fuglafirði, Elisabeth D. Eldevig.

Elisabeth er ein av fáu kvinnunum í Føroyum í dag, sum hevur leiðandi starv innan fiskivinnuna. Saman við manninum, Anfinni Olsen eigur hon felagið Framherja, sum varð sett á stovn í 1994.

Í framløguni fríggjadagin fer hon serliga at tosa um týdningin av at lurta eftir góðum hugskotum og taka fólk við, tá ein byggir eina fyritøku upp.

Íverksetaradagurin verður hildin í Østrøm í Tórshavn fríggjadagin 31. mars. Tiltakið byrjar við at Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, setur dagin klokkan 10 og heldur fram til á middegi tá endað verður við eini hugnaligari reseptión.

Øll við áhuga fyri íverksetan eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.