Ein nýggj tíð

Tíðindi

Tøgnin hevur valdað leingi, og síðan hevur staðið sum eitt gloymt barn.

Hóast tað, so hava fleiri 1000 vitja hana hvønn dag. Nógv mest útlendingar. Eini 96% av teimum vitjandi hava verið útlendingar. Eg havi fingið fleiri fyrispurningar frá fólki ígjøgnum ár og dag, hví eg einki geri við síðuna. Svarið hevur verið, eg veit ikki, tími ikki so væl, og tað er ómetaliga tíðarkrevjandi.

Nú ein dagin bleyv eg kontaktaður av einum persóni, ið umboðaði eina stóra útlendska reisi-fyritøku. Nógv av teirra viðskiftafólkum vildu koma til Føroyar. Og tey plagdu at vísa á okkara myndasavn, tónleikin, og á síðuna sum heild. Hon er løtt at finna, tí hon hevur verið so “leingi á netinum”. Bleyv spurdur, um eg hevði áhuga í at gera síðuna “up to date” aftur. Í byrjanini hevði eg ikki serliga stóran áhuga, men tá tey bjóðaðu seg til at hjálpa til fíggjarliga, so varð støðan ein heilt onnur. Ikki sørt eg bleyv eitt sindur skakkur av, at ein útlendsk fyritøka vil stuðla nøkrum, har tey ikki eingongd skilja tekstin.

Sum eg skilti á henni, so siga myndir og video nógv meira enn 1000 orð.

Tí verður…

Í fyrstu syftu dentur lagdur á, at fáa myndasavnið upp at koyra aftur. Síðani kemur “video parturin” tvs. tónleikur og video o.a. Og til seinast verður sjálv síðan løgd undir skurð. Nær alt verður liðugt áni eg ikki, men tað er eitt stórt arbeiði fyri framman, og tað verður gjørt í fríløtum. Um tað er onkur, ið hevur hug at hjálpa til, so er bara at siga frá á Facebook ella skriva til: [email protected]

NB!

Eitt er vist, skula vit kappast við onnur, so er fyrsta treytin í dag, at vit eru sjónlig á netinum, ikki bara í teksti og greinum, men sanneliga eisini í myndum, video o.ø.

Vinarligast

Jóhan Joensen