Veðurfyribrigdi úr Fuglafirði

Keldur

Kaj Eli Blábjørg, Òli Jóhannusen ,Piddi Kjærbo, Steinbjørn í Lambanum
Jákup Jørgensen, Margaret Sevdal, Evald Jóhannusen, Suffía Nón
Nikola Toftegaard, Margar Toftegaard, Jørdis Høgnisen,Harry Hansenø
Thomas lambastein, Ingibjørn Eldevig, Albert Eldevig, Jørgin Miðgerð, Kristin Poulsen,
Alfred Klein, Dávur Juul, Tórfríður Abrahamsen

 

Sjóvarfall og annað

Vesturættirnar hava ójavnan vind í Fuglafirði – frá Útsynningi til útnyrðing – Er hann
beinur Útsynningur vestan er stilli men dettur hann uppum ella niðurum so er vindur
aftur.

Er hann norðan, er javnur vindur í Fuglafirði sami vindur sum á havinum

Er hann høgur eystan – ella, sum vit siga lágur landnyrðingur – ja so er stilli í Fuglafirði

Um ódn leikar á um alt landið – Piddasa ætt, sum onkur sigur.

Sjóvarfall hilnast ikki væl í heitum veðri og rekur harðari, men streymurin er harðari um
summarið enn um heystið

Rekur á luftini á landnyrðingi er ikki gott uttanfyri Fuglafjørð

Brimar undir líðarmunna á Kalsoynni, er ikki legggandi at í Góðidali.

Brimar á Varmakeldu legst ikki at á Kirkju Fugloy

Nýkomin lágætt er líka køld sum høgættin

Full flóð í Fuglafirði er tá í Eystfallið hevur runni í 2 tímar – hesum roknaði Høgni
beding-meistarin við,
Men summir siga 1 tíma onkur 1,5 so møguliga er tað líka undir 2 tímar
Ella líka undir 2 tímar eftir Vestfalskyrrindi

Full fjøra í Fuglafirði er tá í Vestfallið hevur runnið í 1,5 til 2 tímar
Ella 1,5 til 2 tímar eftir Eystfalskyrrindi

Um Gjógvará sjóðar kemur hann av lágætt – Um ein hoyrir hana, um stilt er, so blívur
stormur 8 til 12 tímar aftaná,
Við lækkandi barometri blívur ljóðið harðari í áin, ljóðið verður til av forðingum í ánni
og av vatnsterminum

Um Kálvadalur fyllist við mjørka, so blívur høgætt.

Um mjørki rennur um Varmakeldueiðið og rennur sum ein fossur niður á Varmakeldu
so er sól í Fuglafirði hettar fyribrigdi kemur av landsynningi ella eysturætt

Tá morgunroðin vísir seg í eystri og fellur niðuraftur beinanvegin, er vindur á kroppi
rættiliga skjótt. men fer roðin allan vegin vestur eftir luftini, verður dagurin penur.

E. J. siterar Chr. Sofus Eidevik: Dregur hann á luftina á lágætt og skýggini fanga í
Tyril, verður regn innanfyri 1/2 tíma.

Er tú í Djúpunum, og sýnið er frítt til Kallin og hann fær ein topp, ella eitt skýggj liggur
sum ein húgva um hann, so er landnyrðingur í ættini

Er tann klára luftin sunnan / eystanfyri grønlig á liti, boðar tað frá kulda ella høgætt.

Er áarføri á lágætt, og áar- gramsið kemur reiðiliga 100 metrar úr landi, støkkur hann
vesturum, og tað slítur í. Allarhelst 1 til 2 tímar eftir vestfalskyrrindi

E. J. siterar Marius Jacobsen úr Leirvík, sum hevur hetta frá abba sínum: Um
høgættina er at siga, at varðar hon meir enn eitt samdøgur, kann hon saktans varða í
14 dagar; og hon heldur ikki uppat, fyrrenn brim (run) kemur. Hetta sæst fyrst úti undir
Leirvíkfjalli.

Tá Gjógvará niðri við sandin rann norðuryvir og út á sjógv, var sum vanliga gott fiskarí
á Norðhavinum. Men um hon rann Út í Lið (móti Anicetus), var minni fiskur at fáa á
Norðhavinum.

Útsynningur, sum rennur upp við sól, endar við regni

Vísdómsorð frá Peteri á Heyggum: Hann visti einki æl, sum ikki var slitið í.

Sitat frá Pól á Vestur, sum gagnnýtti sær av hesi vitan til at fara til útróðrar, Tá hann
gongur frá landsynningi og eystanfyri upp í landnyrðingur, verður gott/hampiligt veður
í eitt samdøgur

Tá veðurgarður er rundan um mánan, verður regn.

Tá íð Útsynningur rennur upp við sól, er ikki gott veður í væntu

Um útsynningur er ljótur á morgni, blívur góður dagur

Tað gráa hárið gongur aftur – øll eldast – sitat frá Evald

Um mjørkin liggur um Kallin er eisini mjørki í Kálvadali

Um skýggj liggur um Leirvík-fjall verður vátt um kvøldið

Um mjørki kemur av landsynningi kemur hann inn á galvin og Gøtusvík fyllist

Um hann er høgur, er turt á Eiðinum men kann regna í Fuglafirði

Øskudagur – Var tað ein vakur morgun, og var tað sum ein hond trýsti roðan niður, so
bleiv stormur av landsynningi. Tað kallaðu teir gomlu øskudagur – eisini at øskan bleiv
vaska av klæðum

Um Marknaðar áir glansa er tað ikki gott veðurtekin

Tað er stilli á Fuglafirði av landsynningaeystri eisini í Kalsoyarfirði, men glaðurok á
Ánunum

Um hann er Vestligur ella útsynningsuðsunnan so kann glaðan standa frá Toftanesið út
á Enni at síggja frá Sandinum av

Flóð og fjøra

Seyður fer oman úr fjøllunum tá í fjøra nærkast, at eta tara. full fjøra er 1,5 til 2 tímar
eftir eystfalskyrrindum

UM hann stendur av útsynningsuðsunnan og sólskin er, og hann heldur sær, til hann
kemur í ættini, heldur sama veðrið, men um hann ikki heldur sær í ættini, blívur regn

Tað kann gott vera terri norður í Gerið, um mjørkin er um Blábjørg, men ikki heimi í
bygdini

Hóttir hann við avfalli (regn ella kavi), og tað er sera tjúkt í veðrinum, fer ikki at regna
ella kava, fyrrenn hann rekur í ættina

Vestfall og vesturætt gevur ójavnan vind

Um turt er og regn er í luftini, fer at regna eftir kyrrindi
Um regnar slítur Í tá I kyrrindi koma

Er spakur streymur, og gott veður er lítið skil á streymi, og kann vera at Eystfalli
ongantíð kemur á havinum hettar ávirkar so eisini flóð og fjøru.

Á Toftanesi har er góður sólárgangur, Evald heldur at onkur niðursettu hús hava verið
harúti

Um hann hóttir við regni av Landsynningi á fjørðinum kemur ikki regn fyrr enn kyrrindi
koma.

Um ælingur strandar Vestur í Inlanddals og heldur sær á Jøklaskarið so leingi ið,
eystfallið rennur, so var turt. Kom vestfallið fór at regna – Um hann fer upp um
Vestan, fór at regna – Vesturættirnar eru vátari í bygdini
Vestfalli er hitt vátara falli í Fuglafirði, og Eystfalli tað turrari

Tá í móran kemur út um Sílatanga slítur í, men tað er nokk rákið gerð tað er farið at
reka inn fløa ein til tveir tímar eftir vestfallskyryndi

Um hann liggur lágt við nógvum avfalli, støkkur hann vestur um, tá tann brúna rondin á
sjónum kemur út til eina linju í millum Árnastein og Kirkjurygg.
Hettar fekk eg fortalt av eldri manni fyri nógvum arum síðani og havi tí eygleitt hettar
fyribrigdi og tað passar hvørja fer

Ælingarnir fylgja sjóvarfallinum, tá í kyrrindi eru slítur í ella fer at regna

Tá hann er útnyrðingur kemur súður Líðarmunna og stoytur so inn á Leirvík-boða,
kemur so inn og fyllir Fuglafjørð – eygleitt hava skilagóðir útróðrarmenn

 

Djór og bøur

Stútast ær um kvøldið vantast kuldi
Etur seyður um kvøldið væntast regn
Um veðrur leggur seg niður við frambeinunum frameftir og høvdinum niður í bøin so
blívur kuldi
Seyður fer undan ættini umleið eitt samdøgur, áðrenn hon kemur
Seyður kemur oman úr fjøllunum eitt samdøgur áðrenn kavin kemur
Tá í hoyggj verður drigið, og tað er fløtt væntast kuldi
Eru tung skýggj yvir Tyrlum, og tey fella niður so fer at regna, men tíð er at raka
saman. ella Um æli kom á Tyrlar var tíð at raka saman
Um æl kemur á Skarðið kemur regn beinavegin. og ikki er tíð at raka saman
Á Útsynningi kann hoyggjast á Klovningi men ikki í Toftabønum tí har regnar
Um ærnar lógu niðri við einum beini strektum frameftir og jótraðu, bleiv lýtt og gott
veður

 

Góðidalur – Torv

Settist mjørkin í Kallin, av útnyrðingi so bleiv ókyrt í gjónni, og rýmast mátti innan
hálvan tíma, tí drabbut og óslætt gjørdist
Í bókini/bóklinginum Staðarnøvn í Fuglafirði, sum Petur Martin Petersen hevur skriva
niður eftir Alfred Klein sála, stendur soleiðis skrivað:
“Gamalt er, at tá ið tú ert staddur á Góðadals gjógv við báti, skalt tú altíð hava eyguni
yvir á Kalsoyanna. Hvítir undir landi á Kalsoynni, skalt tú rýma úr gjónni, tí tá verður
eisini ókyrt á Góðadalsglógv við tað sama”.
Um æl kemur av Landsaningi í fjørðinum, blívur tað ikki so vátt, og væl ber til at
hoyggja
Útsynningur fyrr regnaði norður til Pól Jóhannus, men nú kemur, ferð hann longur
norður ella inn í bygdina
Tá í tað sá út til terra, klárnaði í um morguni bleiv dagurin bleiv góður, men um tað
var gráligt, bleiv terri seinri um dagin, og tað kemur eisini ann upp pá sjóðfalli og ætt
Helli Jóhann visti nær regni kom, og hann bleiv respekteraður fyri tað
Tá í stovumenninir sláa verður regn