Kategori: Tíðindi
Gleðilig Jól og gott nýggjár!
Vit vilja hervið ynskja øllum okkara vitjandi, eini góð og gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár!
Les meiraDesemberkalendarin
Kalendarin sum er sendur í hvørt hús I Fuglafirði Klikk her fyri at heinta kalendaran! Rætting: Jólahugnin á Vesturstovu er mikudagin 4 des. og ikki 29 nov
Les meiraTankar og tónar í Fuglafirði
Tað er Fuglafjarðar kvinnukór- gentukórið gamla, sum fer at syngja. Meðan kórið syngur, verður myndasýning og upplestur. Foto av málningum hjá Heðini verða sýnd upp á ein dúk í kirkjuni, har grundstøðið í myndafrásøgnini er málningurin: Jólanátt. Páll Danielsen, sjónleikari, fer at lesa upp 14 brot úr eini hugleiðing um málningarnar hjá Heðini, sum Frits […]
Les meiraÍF Kappróður fingið nýggjan høvuðsvenjara
ÍF Kappróður hevur í dag gjørt samstarvsavtalu við Per Venned sum høvuðsvenjara 2014. Per Venned hevur drúgvar royndir sum rógvari, tey seinastu 4 árini umborð á Klaksvíkkingi. ÍF Kappróður sær fram til eitt spennandi kapprórarár saman við Per Venned sum venjara. á myndini: Dávur Juul. Formaður ÍF Kappróður og Per Venned.
Les meiraKonsert við Mike Tramp (Support: Wolfgang Unplugged)
Leygarkvøldið tann 16. november 2013, kemur ein tónleikalegenda at vitja í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Hesaferð er tað eingin annar enn Mike Tramp, ið er mest kendur sum sangari í danska 70’ara bólkinum, Mabel, og stovnari og sangari í amerikanska 80’ara bólkinum, White Lion. Mike var í Føroyum tann 12. oktober í ár, har hann skuldi […]
Les meiraMarjun í Lambanum, Heðin Kambsdal og Frits Johannesen lata upp framsýning í Ribarhús
Marjun í Lambanum, Heðin Kambsdal og Frits Johannesen lata upp framsýning í Ribarhúsi fríggjadagin 15. nov. kl 17:00 við málningum og vatnlitsmyndum. Marjun hevur tikið aftur í penslabørn síni, sum er gleðiligt, og liva tey aftur sítt sæla lív á løriftinum og undir hennara hond. Heðin og Frits eru javnan á pallinum við sínum penslabørnum, […]
Les meiraMentanarvika í Fuglafirði 16.-22. September
Fuglafjarðar Kommuna verður aftur í ár karmur um eina mentanarviku, ið verður 16.-22.september. Ì september 2012 skipaði kommunan fyri eini sera umfatandi og væl móttiknari mentanarviku. At tað gekk somikið væl tá, hevur so lagt lunnar undir, at tiltakið verður aftur í ár. Kommunan hevur í hesum sambandi sett 34-ára gamla fuglfirðingin Hergeir Eldevig sum […]
Les meiraPostservari broyttur
Nýggju addr eru: http://www.fuglafjordur.com/roundcube/ og http://www.fuglafjordur.com/squirrelmail
Les meiraFHS sum fjarlestur á Kambsdali
Les, tá tú hevur tíð og hug og uttan mun til hvar tú ert stødd/staddur. Á Føroya Handilsskúla á Kambsdali hevur tú møguleika at taka einstakar lærugreinir á FHS ella heilt FHS -prógv sum fjarlestur. Undirvísingin fer fram umvegis internetið. Tú gongur í einum ”internetflokki”,og tú hittir tínarfloksfelagar og lærarar á netinum. Í hvørji lærugrein […]
Les meiraFólkavøkstur í Fuglafirði
Sambart tølunum frá Hagstovuni 1. mars 2012 – 28. februar 2013, so varð fólkavøkstur í Fuglafirði í hesum tíðarskeiði. Hóast fólkavøksturin er lítil , 3 fólk, so er gongdin hóast alt positiv. Í flestu kommunum er tó ein fráflyting. Burðaravlopið í Fuglafirði kundi gott verið betri, avlop = 0. Um tað er tað, at ungu […]
Les meiraOrgul og solosangur í Klaksvík og Fuglafirði
Mikukvøldið 22. mai kl. 20:00 verður konsert í Kristianskirkjuni og fríggjakvøldið 24. mai kl. 20:00 í Fuglafjarðar kirkju. Tey, sum fara at hava hesar konsertir eru trý tónlistafólk. Kendi danski organisturin og komponisturin, Leif Martinussen, sum hevur verið organistur í Allahalganna kirkju á Amager í mong ár, Ole Reuss Smidt, organistur í Korsvej kirke á […]
Les meira4-falda, ókeypis konsert í Mentanarhúsinum
Fríggjakvøldið tann 24. mei kl. 20.00 letur Mentanarhúsið dyrnar upp, til eitt brak av einum kvøldið! Hetta kvøldið kunnu vit uppliva 4 konsertir í einum – ÓKEYPIS! Talan er um konsertir við Jógvan Joensen, Líggjas Olsen (Frostfelt), Benjamin Petersen & Lover Lover (Petur Háberg & Filip Mortensen). Ungi tónleikarin, Jógvan Joensen, hevur seinastu vikurnar verið […]
Les meiraKirkjukór vitjar í Siloa
Kirkjukór úr Mosfellsbær hevur konsert í Siloa, saman við Siloa kórinum, mikudagin 22 mai kl 19.30 Kórið er kirkjukór hjá Lágafellsókn í Mossfellsbær í Íslandi. Tey syngja við ymisk høvi í Mossfellsbær og hava eisini sungið við ymisk hátíðarlig høvi – bæði í Íslandi og uttanlands. Tey hava ferðast víða, hava sungið í Italia, Írlandi, […]
Les meira