Hilmar Petersen

Hilmar Petersen hevði yrkt henda sang, og helt røðu, táið Ólavur Halgi kom á Fuglafjørð.

Ólavur Halgi, 1.nov. 1959

Lag: Fagurt ert tú, fosturlandið.

Sagt er frá í fornum søgum,
víkingar í gomlum døgum,
flýddu fedralandi frá.
Løgdu út frá heimastrondum,
stevndu móti øðrum londum,
lendu Føroyalandi á.

Túsund ár í søgu svunnu,
síðan landi her teir funnu.
Synir byggja landið enn,
sigla knørrin enn sum áður,
fara víða um sum fáur,
roynast enn sum skilamenn.

Komið er nú her til býggja
stásiliga fari nýggja.
Eydnan fylgi, hvar tað fer.
Ver vælkomin her, vit siga,
og av hjarta øll vit biðja:
signing ber á Fuglafjørð.

Gævi veiðueydnan fylgi
knørrin yvir hav og bylgju,
virkisgleði um hann grør.
Fyrndarhavn vil knørrin prýða,
vís við fragd um havið víða:
Ólavur Halgi, Fuglafjørð.