Home » Kantata

Kantata

Print Friendly

Vígslukantata í 5 satsum fyri soli, kór og orkestur.
Yrkjari: Alexandur Kristiansen


EYSTAN teir komu, teir norsku menn,
ið fyrst mundu landið byggja
tey orð teir mæltu, tey ljóða enn:
nú er okkum framtíðin tryggjað;
nú kunna vit liva í friði her,
og óttast ei teirra svikagerð,
sum oss eftir lívinum liggja.
Teir nomu landið í ríkari vón
frá fjallatindi til strandar,
teir rúnarbant hin sterka sjón
-og havsins villu vandar
og veður og vindur í lyndi sló,
teir kendu seg brátt sum egna tjóð,
sum frælsar, sigrandi andar.
Í øldir teir livdu í friði her
og stríddust á sjógv og landi,
um stormurin ýldi um fjøll og sker,
og ofta var mikil vandi,
teir maktaðust ikki, teir vistu av:
um Harrin tók, so aftur hann gav,
og bestur var hansara andi.
Hin sama er hugsanin enn í dag:
Harrin er hjálparin góður.
Teir sigla sum fedrar um víða vað
og ofta er tungur róður-
teir takka for veiðuna, Harrin gav,
um landið alt og um stóra hav
er ein vælsignaður gróður.
VIT eru ættin, ið eigur
lærdóm og vit til at skilja
tekin í huga og hond,
tað, sum í duldum speglast,
meðan vit fagna tí nýggja:
skaparans kveikjandi nánd.
Fedrarnir skapaðu virðir,
meðan teir dagliga stríddust,
brutu sítt dagliga breyð;
búnir til stríð móti fákunn,
avgerðir taka og virka,
vardu teir lívið í neyð.
Tíðin tað av okkum krevur:
vit skulu víðari byggja
vera í andanum fús.
Vit skulu evna av nýggjum
virka við hondum og huga
tað, ið var farið í grús.
Vit eru ættin, ið eigur
evnir og megið at reisa
fólkið til skapandi stríð.
Húsið í skiftandi ljósi
veri hjá manni og kvinnu
stavnhald í komandi tíð.
HAR, ið havsbylgjan øgislig dunar,
har, ið ræður um vón og um trúgv,
har, ið máttlítil einki sær munar,
festi forðum í føroyingur búgv-
Alt var berligt úr fjalli í fjøru,
valla grasnál úr grótinum rann;
men í stríð móti náttúru hørðu
fúsur fór hann og sigrandi vann.
Grønt spratt grasið í kargasta lendi,
turrur eyrur fekk vallbúnan lit,
heim úr haga við haka í hendi
gekk hann lættur tó merktur av slit.
Og hann bygdi sær borð móti báru,
hóast brimligt og ilska í sjó,
altíð gloymdi hann løturnar sváru,
tá ið bátur á lunnunum stóð;
sat í drátti við útoyggjaendar,
ei tað spurdist, at fiskurin treyt,
og í dyrgingarløtum, sólkendar,
hann í friði á fjørðinum fleyt.
Har, ið havsbylgjan øgislig dunar,
har, ið ræður um vón og um trúgv,
har, ið máttlítil einki sær munar,
festi í forðum føroyingur búgv.
NÚ krýnir tindar hitt tætta támið,
og sólin flirrar á flaggarðsstrá,
í næsar berst mær ein saltur rámi,
og kvirran sígur so nær inn á meg,
at eg má steðga og líða á.
So brøtt er hellan og fjøran grá.
Hin ferðamøddi á hesum vegi,
sum aldrin kvirrleikans yndi sá,
og aldrin unti sær hvíld á degi,
fær ríkan gróður og sterka megi,
fær grót og vaggandi flaggarðsstrá
sum førning sín yvir fjørðin tá.