Sjórænarar

Írskir munkar sigast hava verið í Føroyum í 400-talinum e.Kr. Leivdir eru funnar í kornvelting í 600-talinum.Tíðliga í 700- talinum noyðast írskir munkar at rýma úr Føroyum undan norskum víkingum. Líkt er til, at undan Svartadeyða mitt í 1300-talinum hava eini 6.000 fólk verið í Føroyum. Svartideyði beindi fyri meginpartinum, og striltið gekk at koma fyri seg aftur av ymsum orsøkum. Sjórænarar – turkar úr Algier og aðrir – drupu og rændu bæði fólk og fæ. Fuglfirðingar hildu vakt í Eingilskahúsi og fjaldu seg uppi á Húsum.

Hvíld í húsaleivdunum

Uppi á Húsum