Home » Marknáir

Marknáir

Print Friendly

Í eldri tíðum klandraðust
Norðragøtumenn og Fuglfirðingar um hagamarkið. Norðragøtumenn søgdu seg
at eiga til innaru Helluá, meðan Fuglfirðingar hildu fast við, at tað
var tann ytra, sum kalla fyri Marknaáin. Við bakkan skal vera o.u. 30
favnar millum báðar áirnar, men breiddin er nógv størri ovari.

Meðan
teir stríddust um markið, kom eina ferð eitt stórt runt rekatræ uppá
land um markleiðina. Stríðið gjørdist nú tvífalt stórt, tí báðir partar
vildu eiga træið. Løgrætturin kom upp í trætumálið, og hann dømdi at
ytra Helluá skuldi vera mark. Rekatræið skuldi klyvjast, so hvør bygdin
kundi fáa sína helvt av tí.