Home » Fuglafjørður – Hellur

Fuglafjørður – Hellur

Print Friendly

Sjúrðargøtan
Tíð: 2 tímar. 40 minuttir eyka niðan til Altarið.
Torleiki: Miðal. Jøvn brekka er niðan á Skarðið. At ganga oman til Hellurnar er brattari.
Longd: 9 km
Hædd:Upp í 353 m. (Altarið er á 483 m)

Tú fert frá kunningarstovuni mitt í býnum og gongur niðaneftir vestan fyri fótbóltsvøllin. Fyrsta teinin gongur gøtan  gjøgnum bø. Oman fyri niðasta varða er ein ryggur, kallaður Rossaryggur 1. Farvegur av gøtuni sæst snúgva seg niðan eftir rygginum.

Vendir tú tær á, sært tú út yvir Fuglafjørð og í vestri síggjast Blábjørg, Jøklaskarð, Gjógvaráfjall og Niðan á Hús, har  fuglfirðingar í gomlum døgum krógvaðu seg fyri sjórænarum. So kemur Nón, har sólin stendur á um nónbil, sum er klokkan trý seinnapart, Breiðaskarð, Kambur, Trælavatnaskarð, Tyrlar og Ritafjall, sum fuglfirðingar kalla Leirvíksfjall.

Gøtan úr Fuglafirði til Hellurnar verður kallað Sjúrðargøta. Søgnin sigur frá um eina kempu úr Suðuroy, sum var komin
til Oyndarfjarðar at royna styrki. Ein dagin var Sjúrður bóndi í Fuglafirði farin til útróðrar við synum sínum. Illveður kom á teir, og teir seta upp í Oyndarfirði. Tá eggjaðu oyndfirðingar Sjúrði til at royna seg ímóti suðuroyarkempuni, men hann helt, at heldur skuldi sonur sín, Sjúrður, royna. Teir fóru so at glímast, og Sjúrður yngri vann. Pápin gav soninum 24 hagafrælsi afturfyri. Hesi frælsi eru framvegis til.

Á veg niðan á Fuglafjarðarskarð 2 gongur tú fram við Malunarhavi. Søgnin sigur frá um neytakonuna Maluna, sum var við barn, og sum hinar neytakonurnar flentu at, tí hon ikki kláraði at fylgja við teimum. Tá lyfti Malan havið, sum vigar 176 kg. Einar 100 metrar vestan fyri gøtuna rennur Neytakonukeldan. Í henni lá neytakonukrússið, sum ein kundi nýta at  sløkkja sær tostan við. Komin niðan á Skarðið, sært tú tveir stórar varðar. Gamal siður er, hvørja ferð ein gongur um Skarðið, at kasta tríggjar smáar steinar í hesar varðar, meðan ein sigur »I navn Gud Fader, Guds Søn og Gud Helligånd«.
Hetta er fyri ikki at villast, og at signa ferðina. Av Skarðinum sært tú norðan fyri Oyndarfjørð: Tind, Knúk og Sandfelli. Fyrsta sunnudag í augustmánaði er siður at halda fólkafund á Skarðinum.

Av Skarðinum ber til at leingja túrin 40 minuttir og ganga niðan til Altarið 3, ovast á Rustakambi. Haðani er frálíkt útsýni yvir Norðoyggjar og Norðhavið. Hulduheyggjar 4 eru til vinstru handar, tá tú gongur oman av Skarðinum. Her hjálpti
jarðarmóðirin á Dalbø í Fuglafirði eini huldukonu í barnsneyð. Afturfyri fekk hon góða samsýning.

Ein onnur søgn sigur frá um eitt jarðarstríð millum oyndfjarðarbóndan og Gullbrand, sum var bóndi í Fuglafirði. Ein dagin vóru báðir og róku seyð. Tá sær oyndfjarðarbóndin Gullbrand binda nakrar av sínum seyðum úr, sum vóru farnir um  mark. Bóndin hevnir seg, stingur Gullbrand í hel við stavinum og leggur líkið hjá úrbundna seyðinum á rættargarðinum. Seinni biður oyndfjarðarbóndin synir sínar fara eftir úrbundna seyðinum og lata frammorreyða veðrin liggja eftir. Gullbrandur var í morreyðum koti. Synirnir bóru líkið niðan í Gullbrandshellið 5 og haðani niðan undir Skarðið, har teir jarðaðu tað við eina hellu, sum verður rópt Gullbrandsleiðið 6. Gøtan gongur fram við leiðinum. Tá tú nærkast Hellunum, gongur tú oman Kliv 7 og oman Spreingisbrekku. Eitt sindur bratt er at ganga, til tú kemur til hagaportrið. Bussleið 400 røkir Fuglafjarðarleiðina. Leið 481 koyrir av Hellunum til Oyndarfjarðar og Skálabotn