Hans J.Hansen

Yrkjari: Hans J. Hansen
Lag: VerÞu hjá mér Disa

Her undir høgum fjøllum,
við upsum, gjáum, hjøllum,
liggur Fuglafjørður
føðibygdin mín.
Á barnaárum ungu,
um teg vit glaðir sungu,
um bygd og fjørð,
um fosturjørð,
um land og hvítan sand.

Her vit á hvørjum degi
upplivdu stóra gleði,
í skipsbátum vit leiktu,
í bø og haga við,
men inni var mín móðir,
tá eg úr leikum fróur
kom svangur heim,
av dagsins gleim,
hon borðreiddi tá mær.

Men barnaár tey svinna,
sum likam okkar mennast,
í útlondini høvdu vit
tann førning heiman frá,
sum vit frá ungum árum,
lærdu her at kenna,
um rangtog rætt,
um tungt og lætt,
og um hvør øllum ber.

Sum dagur rann av degi,
so mentist okkar megi,
maðurin hann gifti seg,
og konan hon fekk børn,
í stilli sum í vindi,
vit standa á lívsins tindi,
er barlast góð,
tá verður ró,
vit óttast onga ódn.

Her mangt eitt skipið søkti havn,
í illveðri á vetri,
tú tókst tey í tín mjúka barm,
her mangt eitt akker fall,
men nýggja tíðin við sær førdi,
bryggjan gjørdist betri,
ein havn sum kend av sjómonnum,
og allir líta á.

Hvønn veg ið tú tær vendir,
sært tú arbeiðandi hendur,
búskapar fremjandi
og landinum til gagn,
og bygdin Fuglafjørður,
hon skapar trygd og nørir
um skúlaskap og góðan sið,
her eru øll væl við.