Seinasta gudstænastan

Seinasta gudstænastan í Fuglafjarðar kirkju 16 august 1981
Torkil Beder

16. august 1981
9. sunnudag eftir trinitatis
Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveitikornið til jørð­ina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.]óhs. 12,24.
Tá ein hesa seinastu tíðina hevur gingið og hugsað um dagin, har hin seinasta gudstænastan skuldi haldast í gomlu kirkju, var tað, líkasum at hetta orðið, eg las, ferð eftir ferð hevur troðkað seg fram, og eg havi hoyrt tað fyri mær bæði á nátt og degi. Fellur ikki hveitikornið i jørðina og doyr! Og ti havi eg valt at víkja frá dagsins teksti og halda meg til tað hesa seinastu løtu í gomlu kirkju.Í tí samanhangi, orðið er sagt, hevur tað eina bestemta meining. Við orðinum hugsar Jesus um sín deyða. Hann hevði jú talað við sínar vinir urn, at hann skuldi gjøgnum pínslu og deyða, men tað er líkasum, at lærusveinarnir eru púra stokk­deyvir fyri talu hansara, tí teirra hugsan, sum kennist á orð­unum teir tala, er, at Jesus skal eiga hetta lív saman við teimum og teir við honum, og tað er í hesum lívi, teir kenna og elska, at hann skal gera sín gerning. – Og fáa teir eina 1øtu fatan av, ella kanska bara eina hóming av ti, hann vil siga teimum, opponera teir alt fyri eitt sum t. d. ta Pætur sigur við hann: Náði teg Gud, Harri! Aldri veri tær hetta fyri, – og Jesus so svarar við hesum sterku orðum til Pætur: Vík aftur um meg, Satan! Tú ert mær ein meinbogi, tí at tú gáar ikki eftir Guds søkum, men eftir mannasøkum.Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt, men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.Her roynir hann so enn einaferð at forklára tað, sum ikki kann forklárast, so tað fatast av mannaviti, at Guds einborni sonur sum eigur ævigt lív í sær, fyri okkara skuld sleppur lív­inum og gongur okkara gongd inn í deyðan. Vit skilja ikki hví, men Jesus roynir at forklaára tað við at peika a hveiti­kornið. Vit kunnu goyma tað, og verja um tað, og tað viI verða tiI sína tið, men tað verður einsamalt og ber onga ávøkst. Men um menniskjað vildi ofra tað og leggja tað í moldina har tað upploysist og ferst, tá hendi undurið, at mitt í undirganginum vaks hitt nýggja fram og bar ávøkst til gleði og gagn fyri mennniskju.Soleiðis blívur Jesu deyði offurið, ið mátti til, fyri at lívið kundi spretta og vaksa fram í hesum heimi, og frelsan við honum røkka
fram til øll menniskju, ið øll kundu sleppa at eiga lut ÍHevði hann valt at spart seg sjálvan, var eingin ávøkstur, og vit vóru enn stødd mitt í deyða og fortapilsi. Men júst tí at hann bleiv hveitikornið, ið doyið, vaks lívið fram og hurðin inn til himmiríkið varð latin upp á víðan vegg fyri syndarum.Tað var læusveinunum svárt, og teir vildu helst sloppið undan langafríggjadegi, men júst í tí, sum elvdi sorgina og tyktist teimum so meiningsleyst, hendi hin undursama og góða, sum teir aldri um ævir skulu blíva liðugir at takka Gudi fyri, – og heldur ikki vit, at lívið vann á deyðanum og øllum tí, sum viI lívinum og gleðini ann.Hveitikornið fall í jørðina og doyði. Tí kunnu vit í dag prísa Gudi fyri, at vit kunnu bera okkara smáu fram til ein doypifunt, at vit kunnu leita fram til eitt altarborð, at vit kunnu falda okkara hendur, at vit kunnu sita undir orðinum og vita, at mitt í øllum hesum stendur okkara upprisni harri og frelsari, og gjøgnum sínar gávur vælsignar hann okkum og gevur okkum av sínum æviga lívi. Og vit kunnu syngja okkara lovsangir og vita, at Guds einglar taka undir og syngja við.Tað hendi, tí at hveitikornið fall í jørðina og doyði. Gjøgnum hitt svára og myrka fyri lærusveinarnar, breyt ljósið sær veg, so teir og vit skulu sleppa at liva í ljósinum av Guds náði.Soleiðis er tað so mangan her í lívinum eisini, at hin sama myndin av sáðkorninum kann nýtast. Hvussu mangan máttu menniskju ikki júst gjøgnum hitt tunga – tað sum kostaði nakað, – fyri at vinna upp mál. Og hvussu mangan upplivdu menniskju ikki, at just gjøgnum tað, ein ikki dugdi at skilja, og sum ein vildi krúpa uttanum, men sum ein kortini bleiv leiddur ígjøgnum, fann ein inn í trygga og fasta grund, og fann eina meining í lívinum.
Hvussu mangan upplivdu menniskju ikki, at júst við at ofra nakað, sum var einum kært og dýrabart, bleiv nakað nýtt  skapað, sum gav einum enn størri gleði.Og soleiðis sita vit veruliga við kensluni av, at vit í dag skulu siga farvæl til nakað, ið var okkum so kært, soleiðis sum henda gamla kirkja var tað.Hvussu mangan sótu vit ikki her og kendu, at her var gott at vera, tí at vit høvdu tað nakað sum teir 3 lærusveinarnir á fjallinum, at vit kendu himmalin opnan yvir okkum, og vit  kendu, at Gud kom okkum so nær.Ella sum ein kona segði tað: Eg havi so mong góð minnir frá hasi kirkju. Har eru so mong persónlig minnir knýtt at húsinum. Her vóru tit kanska ein dagin borin inn til dópin.Her stóðu tit kanska ein dag  konfirmati6n. Og tað var kanska eisini her, tit upplivdu hin dagin, tá tit fylgdust við honum ella henni fram til altarið, fyri at verða bundin saman i hjúnaband. Tað var kanska inn higar vit bóru okkara smáu og lótu tey víga til Jesus í heilagum dópi!
Og soleiðis hava vit – hvør sær so mong minnir frá hesi kirkju, minnir, sum vit vilja verja og varveita sum dýrgripir í sinninum. Og tað er vælsignað, at tann kirkjan sum for­fedrarnir reistu, kom at gera ein slíkan gerning í hesi bygd. Og í mong ár hoyrdi Leirvíkin eisini við til sóknina.Men eitt skulu vit hava í huga: at tá fedrarnir reistu hetta húsið, ætlaðu teir ikki at reisa sær sjálvum ein minnisvarða, men teir vistu, at lívsins 1óg er soleiðis, at alt her eldist og for­ferst. Tað sum
einaferð var hóskandi og gott, rann tíðin frá. Og hin nýggja tíðin kravdi onnur og størri og meira tíðarhóskandi høli. Og mær tykir, at tað er eitt vælsignilsi, at vit kunnu siga um eina kirkju: hon bleiv okkum ov lítil, og har bleiv ov trongt  nnanveggja.Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.
Vit vita, at tað eru ójavnar meiningar urn hvussu vit skulu loysa okkara kirkjuspurning. Men ein stórur meiriluti í  kirkju­ráðnum bleiv samdur um at byggja nýggja kirkju á sama stað. – Ikki tí, at vit ikki voru góð við okkara gomlu kirkju, – tað vóru vit – men vit vilja offra hana, tí at vit elska lívið, sum skal koma, og vit vilja fegin eiga eina kirkju, sum kann bjóða tí uppvaksandi slekt eitt gudshus, sum í sínum vakurleika kann vera við til at draga móti Gudi og bjóða teimum eitt kirkjurum við øllum tí, sum tey fegin vildu brúka og fáa signingina ígjøgnum, – heldur enn í  sjálvkærleika til okkara egnu kenslur bara at vilja halda fast um hitt gamla.Soleiðis stóð tað fyri okkum, at hetta skuldi vera okkara vegur, og vit hava skilt, at fjøldin í bygdini stendur aftanfyri okkum. Hetta verður ikki sagt fyri at stikla eftir nøkrum menniskja, – vit vita væl,
at tað eru tey, ið ikki hugsa sum vit. Men skulu vit bíða til øl1 eru samd, kemur einki at henda í okkara tíð og heldur ikki í næsta ættarliði, tí soleiðis eru vit menniskju vorðin.Og tað skal vera okkara inniliga bøn, at eingin varandi illstøða skal standast av hesum, men at øl1 vilja rætta hendur út fyri saman at reisa Harranum eitt nýtt gudshús á hesum staði, tá hesir múrar eru tiknir niður.Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt. Men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.
Vit vilja takka Gudi fyri hvørja løtu hann gav okkum í hesum húsi í árunum, sum fóru, og vit vilja biðja hann um at geva okkum vísdom og offursinni til at byggja Gudi nýtt hús á hesum stað, og at hann má leggja sína signing til.Og tá vit so fara út hiðani frá hesi okkara seinastu guds­tænastu íhesi kirkju, tá kenna vit tað svárt, tí tað er altíð svárt at sigafarvæl til  nakað, sum var okkum dýrabart, men latið tá orðini umhveitikornið sleppa at minna okkum á mein­ingina við tí, at tað var fyriat nakað nýtt kundi koma, og so skal tað vera okkara hjartans inniliga bøn, at Gud sjálvur skal skapa ávøkstin okkara børnum og teimum, sumaftaná tey koma, til signingar, og at nýggja húsið má vera við til athjálpa teimum á vegin til lívið, tí tað var hin djúpasta meiningin viðhvørjari kirkju, vit bygdu. Amen.