Fuglafjørður
lag: Dansen på Sunnanø
1. Hyg yvir vakran fjørð og fjøll, tað Fuglafjørður er,
har er so frítt eitt bygdalag – har er mín lítla verð.
Har renna løkir og Gjógvará og Breiðá – Skarðasá mjá.
:/: Húsini tøtt og kinnareyð, so vældæmd er mín eyð. :/:
2. Tá várið kemur upp um fjøll og leggur seg við vøtn,
tá livnar strá við áarbøkk, og hjørtur gerast løtt,
og keldan Vígdá hon er so vát og rennur ovurkát.
:/: Tindrandi várljós dansar vals um Skarð´ og Innandals. :/:
3. Tá sólin roðar bjørt um fjøll og gyllir hvønn ein fløtt,
tað fløvar hjartað mítt og ger, at lívið verður ljóst;
og sang` frá kvørkveggju ljóðar frítt í urtagarði blítt.
.:/:Gvaggandi dunnur pulka sær við Gjógvará so nær. :/:
4. Tá heystardagur setir skørð í sinni, sál og lund,
og gult er strá um Slætnatind, tað fer í vertarblund,
og fólna bløð fúka kring um tún, so lætt sum fugladún.
:/:Tagnaði fuglaljóð um bø, tá fuglur fór um høv.:/:
5. Tá kavi hylir Fuglafjørð, og hvít er hvør ein spjørr,
og streymur fer um flúr og sker – ger Andøvsíðan vørr,
og ljósið goymir seg undir Eið`, tað er á vetrarleið.
:/:Blábjørgum undir liggur fonn so hvít sum barnatonn.:/:
6. Tá stormur ýlir fjøllum á, og fjalladunið hvølt
seg hevjar upp um Borgina og Blábjørg – fjøll so brøtt,
og Lorvíksfjallið tað er so stint, tað stendur pinnastilt.
:/: Tyrlarnir báðir hálsfevnast – í storminum so fast. :/.
7. Tá Varmakeldustevnan er, hon býður tær á gátt,
tú far tær út til Kelduna og drekk tær magn og mátt,
tú legg teg niður við kelduflóð og drekk tær heilsubót.
:/: Kærleikans kelda vellir fram, tú elskhugs fljóðið fann. :/:
8. Tað fólk, sum býr og livir her, tað besta við sær ber.
Tey ungu seta sær eitt mál og búgva seg til strev;
tey seta kós millum skørr og nev, tað tógvið mangan er
:/: Fjálgasta stað á grønu jørð – hjá mær er Fuglafjørð. :/.