Home » Kirkjan – søga

Kirkjan – søga

Print Friendly

 

1 Søga
Skrivað hava:
Kristin Poulsen, Hans Olaf Joensen og Jógvan Ólason


Fuglafjarðar kirkja

Fuglafjørður er gomul bygd, men halda, at hon er bygd umleið ár
1100. Henda kirkjan er eftir øllum at døma tann fjórða í raðnum, sum vit
vita um.

Gomul søgn sigur, at fyrsta kirkjan hevur staðið norðuri á
Kirkjuryggi, eystarlaga í bygdini, og hildi verður, at hon er bygd, væl
fyri søttina svørtu
Navnið Kirkjuryggur kann eisini benda á, at her hevur verið kirkja.
Í tjúgunum, tá ið vegur varð gjørdur norður á Enni, komu menn niður á
nakað, sum teir hildu vera gravir. Í hvussu er funnu teir fjalir, sum
teir hildu vera, leivdir eftir húsum ella kistum. Teir funnu eisini bein
og leggir, men ivasamt er, um tað vóru menniskjabein.
Tá ið teir gróvu út fyri sildaverksmiðjuni á Kirkjuryggi, komu teir
niður á fornar húsaleivdir, sum Sverri Dahl helt vera frá víkingaøld.
Ein søgnin sigur, at kirkjan á Kirkjuryggi varð tikin út á sjógv av
skriðulopi, og er tað væl hugsandi, at Kirkjuryggur er komin av
skriðulopi.
Onnur søgn sigur, at svartideyði týndi bygdina.
Á Kirkjuryggi veksur nógvur rølikur, ið sum øllum kunnugt rýkur
ógvuliga væl, og ikki sigst hann at vera komin hagar av tilvild. Av
fyrstan tíð skal hann vera plantaður har fyri at taka líkroykin burtur,
sum heitar summardagar kundi vera ógvuliga køvandi. Karl Kristiansen
segði, at gomul fólk, sum hann mintist, søgdu seg kenna væl til
líkroykin norði á Kirkjuryggi.
Hendan kirkjan stóð eitt sindur norðan fyri sjálvan ryggin og skamt
frá eini á, Kirkjurygsá. So er manna søgn, skrivligar keldur finnast
ikki.
Onnur kirkjan sigst at hava staðið uppi í Toftabønum, heldur
norðarlaga í bygdini. Summi fólk nevna hetta hús bønhús, onnur nevna tað
kirkju.
Hon mundi helst verða bygd umleið ár 1400 og varð kallað
Jákupskirkjan, og navnið kann benda á, at hon varð bygd í katólskari
tíð, tí vanligt var, at katolikkar kallaðu kirkjur og bønhús upp eftir
heilagum monnum ella konum.
Ígjøgnum Jákupsforna rennur á, sum eitur Áaráin, og við hennara ósa
varð umleið1935 funnin ein steinur við árstalinum 1448 inngrivið. Hann
var umleið 12 tummar langur, 8 tummar breiður og 4 tummar tjúkkur. Menn
vilja halda, at hetta er ein gravsteinur, sum er komin oman eftir ánni,
tá ið hon hevur lopið. Framm við kantinum var foyra rist allan vegin
runt, og síðani var steinurin við einari foyru býttur í tvíningar. Í
ovaru helvt var krossur ristur, og í niðaru helvt stóð árstalið 1448.
Bæði foyra, árstal og krossur vóru heilt skillig. Martin um Á í Fuglafirði hevur hann í varðveitslu.
Tað var ikki vanligt, sigur onkur, at gravsteinar vóru settir oman á
grøvina hjá tí deyða, men teir vóru lagdir á kistulokið og síðan heilt
fjaldir av mold.
Nær Jákupskirkjan er niðurløgd, vita vit ikki, og vit vita heldur
ikki, nær triðja kirkjan, sum stóð við Garð, er bygd, men vi vissu kunnu
vit siga, at tað er kirkjan við Garð, sum er umtalað í
Kommissionsbetænkningen for Færøerne 1709-10. Hon stóð miðskeiðis í
bygdini í gamla kirkjugarði, sum segðist at vera ein tann vakrast laðaði
í Føroyum. Ein maður við Gjógvará í Fuglafirði, Jógvan í Niðristovu,
laðaði hann umleið ár 1800.
Í Kommissionsbetænkningen 1709-10 stendur um hesa kirkju:
Østerø Præstegæld
Fuglefjord Kirke, lang 14 Alen, Koret deraf 3 3/4 Alen, bred 7
Alen, høj 5 1/2 Alen 4 Tommer, 10 Mands- og 9 Kvindestole, Prædikestolen
ved Kvindestolene, Alter uden tavle med 2 Vinduer over, et dito ved
Prædikestolen, en Skriftestol. Ornamenterne ere: en Kobber-Kalk og Disk
forgyldt, Messehagel, Skjorte og Alterdug forsvarlig, 2 smaa
Messing-Lysestager; Kirken indvendig klædt med Brædder og udvendig med
stenvæg omkring, tækket med Halm, ganske brøstfærdig, intet Taarn eller
Klokker, et lidet Vaabenhus 1 1/2 Alen langt og lige bredt med Kirken.
…dens aarlige Indkomst er i de bedste Aaringer 11 Gylden 10 Skind.
Ordinær vis Udgift 8 Gylden 8 Skind, som anvendes ligesom de andre.- Har
tilgode 3 Gylden 2 Skind.
Tá ið hon bleiv rivin niður, hevði hon torn og klokku. B.S Løv í
Keypmannahavn stoypti klokkuna. Tá ið kirkjan í Fuglafirði er sýnað 8.
august 1865 verður sagt, at hon er so gomul og í so vánaligum standi, og
harumframt ov lítil til kirkjufólkið, at hon ikki kann nýtast meira og
eigur at verða brotin niður, og nýggj kirkja eigur at verða bygd.
 Í 1872 varð henda kirkjan seld á aktión, og selt varð fyri 148
Rdl., 4 Markar og 6 Sk. Henda kirkja bleiv nýtt til 1871, tá ið nýggja
kirkja, tann fjórða, varð bygd á Heygnum, nær við hina gomlu. Hon bleiv
bygd av gróti og brædd uttan og hevði tá flagtak. Tornið hevði tó
skifurtak. Laurus Olsen, ættaður úr Fuglafirði, men giftur og búsitandi
vesturi í Sørvági, var formaður fyri laðingini.

Grótið varð borið úr Skarðsá; kirkjan var tvílaðað. Hellumenn gingu
um Skarðið at laða og aftur um kvøldið. Lønin var korn, so mikið, at
teir livdu av tí.
Regning for Tømmer arbejde

ved Opførelsen af den nye Kirke i Fuglefjord.

 

Rdl. GL Sk.
Hans Eliasen 50 Dage á  5  Gl 41 4
Thomas Johannesen 52 Dage á  5  Gl 43 2
Samuel Hansen 50 Dage á  5  Gl 41 4
Jacob Jensen 48 Dage á  5  Gl 40
Johan Joensen 44 Dage á  5  Gl 36 4
Jens Jensen 27 Dage á  5  Gl 18
Isak Trondesen 30 Dage á  5  Gl 25
Ole Gregersen 29 Dage á  5  Gl 19 2
Peter Thomasen 28 Dage á  5  Gl 18 4
Ole Jacob Heinesen 30 Dage á  5  Gl 20
Eiden Jacobsen 30 Dage á  5  Gl 25
Hans Nicolaisen 27 Dage á  5  Gl 24 4 8
Ole Johannesen 36 Dage á  5  Gl 24
Peter Jacobsen 48 Dage á  5  Gl 60
Fuglefjord den 14. April 1871
                      P. Jacobsen
 438  8
Ein dagin, amtmaðurin var í Vágum, sá hann Laurus standa og laða
ein garð, sum han helt vera so vakran. Hann spurdi Laurus, um hann
vildi fara til Fuglafjarðar at standa fyri byggingini av tí nýggju
kirkjuni. Hann játtaði ikki at byrja við, men segði seg kortini vilja
laða kirkjuna. Tá ið hann kom, dámdi honum ikki lendið, har kirkjan
skuldi standa. Hetta varð broytt, og hon kom tí at standa á Heygnum, av
tí at lendi har var betri og lítið at grava út.

Maðurin, sum latið hevði fyrra grundstykkið, dámdi hetta lítið og
bleiv firtin. Seinna grundstykkið, læt Zacharias Toftegaard. Stykkið var
2 gyllin og lá í Ytru Heygamørk, ella, sum tað verður nevnt í
jarðaryvirlitinum, í Støðmørk. Zacharias Toftegaard fekk 16 ríkisdálar
og 16 skillingar fyri stykkið.
Peter Jacobsen í Søldarfirði var formaður fyri timburarbeiðinum, og rokningin omanfyri vísir, hvat timburmennirnir fingu í løn.
Nógvir av lutunum úr gomlu kirkjuni blivu fluttir yvir í ta nýggju.
Tann sunnudagin, farið varð í tað nýggju kirkjuna, vóru fleiri prestar
til staðar, og teir gingu í skrúðgongu úr tí gomlu í ta nýggju kirkjuna,
og hvør teirra bar sín lut. Ein av teimum hjástøddu bað um at sleppa at
bera onkran lutin, men honum varð svarað, at bert prestar høvdu loyvi
at bera vígdar lutir.
Veggirnir innan blivu kálkaðir, og kirkjan bleiv ikki málað innan
fyrr enn í 1912. Tað var presturin Joensen, sum skipaði fyri hesum.
Veggirnir, loftið og kórið vórðu dekorerað, og skriftstøð málað
ymsastaðni. Í kórinum stóð vinstrumegin:Jesus kom til Verden til at gøre Syndere salige. Høgrumegin stóð: Jesu Blod renser fra al Synd. Ovast í kórinum stóð:Det er fuldbragt.
Tá hevði kirkjan tróður og vakurt málaðar myndir vóru millum
sperrurnar. Í seinnu helvt av 20-unum fekk hon hválv, og tá fekk hon
eisini jarntak.
 Tað varð vaksið um hana í 1945, og Niels Pauli Hansen, arkitektur, á
Glyvrum, teknaði umbyggingina. Nú fekk kirkjan annað snið. Tornið, sum
fyrr hevði staðið á sjálvari kirkjuni, varð nú bygt afturat kirkjuni og
fekk asbesttak, og tríggir stólar komu afturat inni í kirkjuni.
Spírið, við árstalinum 1871, varð umvælt og sett upp á aftur tornið.
Hetta arbeiði gjørdi Jóhan Petersen, Jóhan Suðring, og handtøkini í
úthurðini smíðaði Eli Olsen, Eli hjá Vestmanna Jóannesi. Í handtakinum
uttanfyri stóð: KOM, og í tí innanfyri stóð árstalið 1871, Hesi arbeiði
vóru gjørd í smiðjuni Meka, har Hilmar Petersen var stjóri, og í hesi
smiðju vóru nógv ymisk arbeiði gjørd til fleiri kirkjur kring landið.
Kirkjan varð nú málað av nýggjum, og dekoratiónirnar og skriftstøðini blivu fjald.

Altartalvuna hevur Kristin í Geil málað.
Rammuna um altartalvuna gjørdi Guttorm Eysturoy. Hon er kopi eftir Plockhorst: Jesus í Betania, og undir stendur: Men eitt er neyðugt. Fyrr stóð tað á donskum. Sámal Petur Petersen, Gamli Sámal Petur, hevur givið hana.
Tvídráttur stóðst av altartalvuni. Summi vóru ímóti, at altartalva,
ið Kristin í Geil hevur málað, varð hongd upp í kirkjuni, men endin
varð kortini tann, at altartalvan kom upp at hanga.
Prædikustólurin var konufólkamegin og var fyrr eisini dekoreraður, og á honum stóð: Salige er de, som høre Guds Ord og bevare det.

Fyrst í 60-unum blivu prædikustólurin, doypifunturin og ramman um
altartalvuna klødd við teakviði. Á prædikustólinum stóð eisini fyrr ISH
málað í einari mynd (ISH = Iesua Salvatore Homo = Jesus menniskja
frelsari).
Altardúkarnir hava verið fleiri, og kirkjan hevur fingið teir frá
ymsum fólkum. Fyrr sótu deknur og klokkari saman í einum innigyrdum
stóli, men seinni sótu teir í strástólum. Inni í kóri, høgrumegin
altartalvuna, hekk ein vøkur mynd av Jesusi á krossinum. Henda kross
fekk Andras Samuelsen frú fuglfirðingum, tá ið hann fylti 75 ár, og hann
avgjørdi, at krossurin eftir deyða sín skuldi heingjast antin í
Fuglafjarðar ella Víkar kirkju. Margreta Samuelsen, dóttir hansara,
avgjørdi so, at hann skuldi heingjast í Fuglafjarðar kirkju.
Oman fyri dekn og klokkara hekk ein kristusmynd úr viði, sum Elin
Sofia Åstrand hevur givið, og aftanfyri stendur: Verner Ehlert,
Hannover.
Kirkjan vendi eystur-vestur. Í skipinum vóru 6 vindeygu, og øll á
suðursíðuni. Høgættin er ring í Fuglafirði, og tí hildu menn tað vera
skilagott, ikki at hava vindeygu á norðursíðuni. Tað vóru 18 stólar
hvørju megin , og 7 fólk kundu sita í hvørjum stóli.
Fyrr stóðu ljósastakar við 5 ljósum í einum krossi umleið 2 metrar
upp frá gólvinum í øðrum hvørjum stóli. Teir vóru burturtiknir, tá ið
ljós varð innlagt í 1949.Tað hingu 5 ljósakrúnur uppi undir
loftinum harav ein í forkirkjuni. Tær 2 vóru nýttar við kertuljósum,
áðrenn el-ljós varð innlagt. El-hiti kom í kirkjuna umleið 1960.

Doypifatið er komið úr tí gomlu kirkjuni, og undir botninum á
tí stendur árstalið 1735. Var neyðugt at doypa børn heima, og prestur
ikki kundi koma, var vanligt, at deknurin doypti børnini, og tá hevði
hann doypifatið við sær, segði Karl Kristiansen frá í samrøðu við Útvarp
Føroya í 1960.
Tann sjeyarmaða ljósastakan á altarinum hevur Bina Midjord, Bina
hjá Peri, givið. “Norðlýsið”, sum maður hennara, Petur Midjord, Per á
Høvdanum, førdi, fór eitt heysti til Onglands við fiski. Tá ið teir
høvdu verið um tríggjar vikur burtur, høvdu menn mist allar vónir um at
síggja teir aftur. Bina lovaði tá kirkjuni henda stakan, um teir komu
afturíaftur, og tað gjørdu teir í øllum góðum.
Uppi undir loftinum hekk eitt model av sluppini “Norðlýsinum”, sum
nevnd er omanfyri. Hon varð bygd í 1879 í Winningham Haven við Grimsby
hjá Rauth & Waddingham. “Norðlýsið” fórst á heysti í 1922 við allari
manningini. Hon var á veg til Grimsby við fiski og fór á land á
Spurnhead. Hetta modell hevur familjan Alexandur Abrahamsen í Fuglafirði
givið kirkjuni, tá ið hon fylti 100 ár í 1971, og Niclas Jensen í
Hvalba hevur smíðað tað.

Eitt annað modelskip hekk eisini uppi undir loftinum. Tað er Chr.
Kjærsgaard í Kolding, ið hevur givið kirkjuni hetta skip. Hann hevði
ætlað at geva onkrari føroyskari kirkju skipið, og tá ið hann kom í
samband við Poul Haremst í Jyllandi, ið hevur verið prestur í
Fuglafirði, fekk hann tað hugskot at lata Fuglafjarðar kirkju skipið.
Hetta mundi vera miðskeiðis í 70-unum.
Hetta skip er teknað á Helsingør Skibsværft í 1784 til kongiliga
handilin, men bygt í Nordhavn, og tað fekk navnið “Rødfjord”, av tí at
tað fekk heimstað á Reyðafjørðinum í Íslandi, og haðani fiskaði tað. Tað
var vápnað við kanónum til verju móti sjórænarum.
Nýtt og prýðiligt orgul fekk kirkjan í 1962. Tað er kendi danski
orgulbyggjarin Hemmersheimb, sum hevur gjørt tað. Tað gamla varð latið
Skála Kirkju. Nú hevur Skála kirkja fingið nýtt orgul, og Fuglafjarðar
kirkja hevur fingið tað gamla aftur, um ætlanin er at goyma. Á tí nýggja
stendur:Soli Deo Gloria.
Tvær klokkur eru í kirkjuni. Tann minna er úr tí gomlu kirkjuni, hon
ber árstalið 1858. Hin er stór og er frá 1946, og hon vigar 635 kg. Hon
var stórsta kirkjuklokka í Føroyum. Hon hevði ein ógvuliga vakran
klang, sum hon tó skjótt misti. Tá ið danski kongurin Kristian 10.
doyði, varð ringt so nógv, at hon toldi tað ikki, og hildi verður, at
riva man vera komin í hana. Hon er givin av sóknarfólkinum í Fuglafirði
og á Hellunum. Á henni stendur: Jysk Jernstøberi i Brønderslev stoypti meg til kirkjuna í Fuglafirði í Føroyum 1946. Komið higar til mín. Matt. 11,28. Vanligar sunnudagar verður ringt Kl. 9, 10.30 og 12. Tá ið farið verður í kirkju Kl. 11 um summarið, varð ringt kl. 9, 10 og 11.

Ikki fyrr enn alt mannfólkið var útfarið, fór konufólkið út. Fyrr
sat mannfólkið høgrumegin, og konufólkið vinstrumegin. Seinni varð
gingið út á tann hátt, at tá ið fólkið er farið út úr nøkrum stólum
høgrumegin, fór fólkið at ganga út vinstrumegin, men altíð ein stólur í
senn hvørju megin.
Kingo mundi verða avlagdur um ár 1900. Til eina gravarferð í 1915
bleiv Kingo sungin, men tá var hann avlagdur til vanliga kirkjugongd.
Í gamla kirkjugarði stóðu tveir steinar við merkjum í, sum hildnir
vóru at vera rúnarsteinar. Annar bleiv loyniliga tikin úr garðinum og
fluttur um borð á postbátin, sum skuldi til Havnar. Men hann man vera
misfarin. Onkur sigur, at hann varð tveittur fyri borð av misgáum, tí
hann kom ongantí vegin fram. Gomul fólk siga, at teir vóru settir í
kirkjugarðin, av tí at teir vóru hildnir at kunna fyribyrgja omanlopi.
Prestur kom til Fuglafjarðar at búgva í 1929. Hann æt Karl Hvass og
var til 1934. í 1935 kom Hans Chr. Sand, og hann var til 1946, og í
1947 kom so Poul Haremst, ið fór niður aftur til Danmarkar í 1956. Hesir
vóru allir danir, men í 1956 fingu vit føroyskan prest, Torkil Beder,
ið er ættaður sunnan úr Vági.
Fysrsti deknur, vit vita um, var Hans David Hansen lærari, ættaður
úr Kollafirði. Eftir hann las Poul Poulsen, vanliga nevndur Pól í Toftum
ella Gamli Pól. Síðan lósu Karl Kristiansen, lærari; E. A. Reynberg,
lærari, ættaður úr Funningi; Jóhan Øre, og Hilmar Petersen las síðan so
leingi hann orkaði. Síðan las Óla Jákup Jacobsen, lærari, ættaður av
Oyrabakka, Poul Martin Joensen og Sámal Kristiansen.
Jens Elias Joensen, kirkjuverji, las við hvørt fyri Karl
Kristiansen, og Sigurd Petersen, lærari, las onkuntíð fyri Eliesar
Reynberg.
Teir klokkarar, sum verið hava við hesa kirkjuna, eru Jákup
Jacobsen, Jákup hjá Mikkjali; sonur hansara, Óli á Bakkanum, og síðan
sonur Óla, Edvard Skarðsá.
Organistarnir hava verið Karl Kristiansen, E. A. Reynberg og Jákup Pauli Joensen.
Málini á kirkjuni vóru: 22 m long og 9 m breið. Hæddin á kirkjuskipinum er 6 m, og hæddin á torninum er 11,5 m.
Ein søgn er, sum sigst vera farin fram um ár 1800, tá ið Leirvík og Fuglafjørður vóru sama kirkjusókn:
Ungur maður í Leirvík skuldi giftast. Um sama mundið var eitt
loynikeypskip komi at liggja á firðinum, og til at fáa sær vøkur
brúðarklæðir fór hann umborð á skipið. Jú, hann skuldi fáa klæðir, tað
var gaman í. “Men”, segði skiparin, “tú mást vaska klæðini væl í sjógvi,
áðrenn tú fert í tey. Gloym tað ikki!”
Men hesin góði maður helt, at hesi klæði vóru so ógemeina vøkur, at atð var synd at vaska tey, og so kundu teyfarast av sjónum.
Sostatt vaskaði hann tey ikki og fór í tey brúdleypsdagin. Tað
skuldi hann ikki havt gjørt, tí stutta tíð eftir hetta fór landfarsótt
at ganga í Leirvík og í bygdunum har á leið. Eisini kom landfarsóttin
til Fuglafjarðar, og nógv fólk doyðu. Líkini úr Leirvík vóru førd til
Fuglafjarðar, og grivin har. Vanligt hevði verið, at gravirnar vóru
óopnaðar í 20 ár, og síðan vóru tær brúktar aftur. Men nú, av ótta fyri
smittu, vóru gravirnar ikki brúktar aftur.
Um ár 1800 dettur tann siður burtur í Fuglafirði at brúka gravir aftur, sum eru eldri enn 20 ár.
Skamt frá kirkjugarðinum rennur ein á. Karl Kristiansen sigur, at
teir gomlu altíð løgdu kirkjugarðar við áir. Teir vistu, at sjúkur
smittaðu. Men hvussu, vistu teir ikki, og teir hildu, at áin mundi føra
smittuna út á sjógv.
Gamlar gravir vóru brúktar aftur, av tí at teir vildu illa lata jørð til kirkjugarðar, serliga veltan bø.
Av tí at kirkjan var vorðin ov lítil, tók kirkjuráðið avgerð um at
gera kirkjuna størri, og kendi danski arkitekturin Holger Jensen, ið
hevur teknað nógvar kirkjur um allan heim, varð biðin um at koma við
einum upskoti um at víðka kirkjuna, men han helt seg ikki vera føran
fyri at koma við einum nøktandi upskoti, eftir at hava verið og hugt at
kirkjuni. So varð hann biðin um at koma við einum uppskoti um nýggja
kirkju á Heygnum, t.v.s. á sama staði, sum hin gamla stóð. Han tók av,
og kirkjuráðið var væl nøgt við uppskotið, hann kom við, og gjørdi av at
taka tað gomlu kirkjuna niður og byggja hesa prýðiligu kirkju, vit nú
hava, í staðin.

Øllum dámdi ikki líka væl, at gamla kirkja varð tikin niður, og
menn gingu runt bygdina við mótmælislista, men undirtøkan mundi ikki
vera tann stóra.
Gamla kirkja varð tikin niður í 1981, og síðsta gudstænastan í henni var 16. august 1981.
Nýggja kirkjan varð vígd hvítusunnudag 10. juni 1984.
Skrivað henda tekst hava: Kristin Poulsen, Hans Olaf Joensen og Jógvan Ólason
Myndirnar hevur J. P. Gregoriussen teknað

Heimildarfólk:
Karl Kristiansen
Billa J. Poulsen
Olevina Kristiansen
Jacob Oluf Jakobsen
Poul Martin Joensen


« Aftur

[24.05.2006 – Jóhan Heri Joensen]