Home » Obert Eliasen

Obert Eliasen

Print Friendly

Yrkjari: Obert Eliassen

Fjallarøðin, stinn hon stendur,
verjandi um Fuglafjørð,
lítir yvir fjørð og strendur,
– besta blettin her á jørð.

Um í stormi ella stilli,
vakrast ert tú, perla mín.
Alskin tín til bróst mítt fylli.
Verdur kallast sonur tín.

Fedrar mínir, her teir aldust,
vuksu upp til rættar menn,
trúliga tí her teir baldust.
– Nakrir líkjast teimum enn.

Enn vit byggja á teir steinar,
lagdir vóru fedrum av.
Lærdu okkum vegir beinar,
okkum rætta hugsan gav.

Hvør ein túgva, hvør ein teigur,
prógvar, at tað strýggi var.
Dýrgripur, tað er, tú eigur,
minnið, heilagt, tykir mær.

Einki hóvasták teir høvdu,
einki sjálvrós hoyrdi tú.
Hvønn dag í Guds hond teir løgdu.
– Gævi so vit gera nú.

Um eg kundi fótin traðka,
í tey spor teir settu her,
hevði eg av hjarta takkað.
– Vóni at tað eydnast fer.

Tá til skammar ei eg geri,
fedra arv og fedra sið.
Rætta ættararvin beri,
standi trygt við teirra lið.