Nýggja kirkja vígd

Torkil Beder

Nýggja kirkjan í Fuglafirði vígd
Fuglafjørður er gomul kirkjubygd – ein av teim 7 kirkju­bygdunum í Eysturoy. Fortalt verður um kirkju, ið skal hava staðið á kirkjuryggi, men tað er óhugsandi, at so hevur verið. Onnur frásagn er um kirkju, sum skal hava staðið á Toftabø. Upp til 1871 stóð kirkja við garð í gamla kirkjugarði. Úr henni varð farið 2. s. i advent 1871 í skrúðgongu, meðan sálmurin »Til himlene rækker din miskundhed, Gud,« varð sungin. Teir, sum tóku lut í skrúðgonguni, bóru bøkur og heilag ker úr gomlu kirkju yvir í nýggju kirkjuna á Heygnum, sum varð vígd henda dag.Tá eg kom til Fuglafjarðar fyri skjótt 28 árum síðan,  minn­ist eg væl, at ofta varð tala saman á fundum um, at so trong­ligt var í kirkjuni, og at benkurnir vóru ringir at sita í. Annars var kirkjan í tí líki ikki gomul, tí í 1945 varð nýtt torn bygt upp í kirkjuna, og gamla forkirkjan varð løgd aftrat kirkju­skipinum. Men mangan var kirkjan ov lítil, og tað hendi van­ligar dagar, at stólar máttu setast inn eftir gólvinum, so fólk kundu sleppa at sita. Halgidagar og dagar, tá nakað serligt fór fram, var plássið alt ov lítið. Ymiskar broytingar vórðu
gjørdar fyrst i sekstiárunum, – pulpiturið varð lækkað og lagt longur inn í kirkjuna, og bøtt varð um benkurnar. Men í kirkju­ráðnum mundu øll vera greið yvir, at nakaði munagott matti gerast, um vit skuldu fáa kirkjuna soleiðis, at vit mettu hana at vera góða og tíarhóskandi .Og tað, sum vit hugsaðu um, var at fáa víðka gomlu kirkju við at byggja upp í hana.
Kirkjuráðið hevði eisini ymisk uppskot til viðgerðar, men einki av teimum var soleiðis, at vit hildu tað vera gott. November 1978 samtykti kirkjuráðið at venda saæ til kenda danska kirkjuarkitektin Holger Jensen og spyrja, um hann hevði áhuga at koma henda vegin at hyggja at gomlu kirkjuni og so evt. geva okkum uppskot til útbyggjan av henni. Hann var so í Fuglafirði í mai 1979, men aðrenn hann fór av stað aftur, segði hann, at hann ikki dugdi at síggja nakran møgu­leika fyri at byggja út og fáa eitt úrslit, hann sum arkitektur vildi leggja navn til. Hann varð so spurdur, um hann hevði áhuga fyri at geva okkum uppskot til nýggja kirkju, ið skuldi liggja á sama staði, har gamla kirkjan var. Hetta uppskot fingu vit so í november sama ár, cg á fundi í december 1979 varð samtykt at søkja kirkjustjórnina urn loyvi at taka gomlu kirkju niður og byggja nýggja kirkju á sama stað eftir hesi tekning hjá Holger Jensen. Hetta varð okkum játtað.Frammanundan høvdu vit keypt tað øki rundan um gomlu kirkju, sum nakar møguleiki var fyri at fáa hendur á, og nakað av peningi varð savnaði saman m.a. við basari og húsainn­savnan í bygdini. Kirkjuskatt høvdu vit eisini havt síðan 1979. Nú varð so farið undir at savna saman av álvara. Eitt lið í hesi innsavnan var, at vit fóru runt Føroyar við dýrasta luta­seiðli, sum enn var seldur her heima. Hann kostaði 25 kr. Vit høvdu prentað 6.000 selðlar, og eg minnist, at tá seðlarnir 1ógu har á gólvinum, og vit høvdu pakkað upp, og talið 25 kr. møtti okkum frá. seðlinum, sigur konan: Eg hugsi, at tit hava gjørt eitt stórt mistak. Hasar seðlarnar fáa vit aldri selt. Og so fingu vit so góða undirtøku, har vit komu, at aðrenn vit fingu gjørt nakað við  Havnina, Sandoynna og Suðuroynna vóru allir seðl­arnir seldir.Bygginevnd varð vald, og í henni hava sitið: Pætur  Joensen, býarverkfrølðingur, formaður, Kristin Poulsen, lærari, (kassa­meistari), Egil Toftegaard, stjóri, Signar Hansen, Iærari, og úr kirkjuráðnum Dánjal Petur Eliasen, timburmaður.Seinasta guðstænastan í gomlu kirkju varð hildin 16. august 1981. Teksturin, sum prestur prædikaði yvir, vóru orðini úr Johs. ev. 12,24: Sanniliga sanniliga sigi eg tykkum: fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst.« Kirkjan var stúgv­andi full, og til altars vóru 133 fólk.Meðan arbeiðið við at taka gomlu kirkju niður og at byggja nýggju kirkju fór fram, fekk kirkjuliðið loyvi at hava guðs­tænastur við altargangi, dópi, brúðarvígslu og øllum, sum van­liga fer fram í kirkjuni, í missiónshúsinum Thabor. Sigast má, at har hava vit havt tað gott. Har komu ikki færri fólk til guðstænastu enn í gomlu kirkju – heldur fleiri. Men alla tíðna gleddu vit okkum til og longdust eftir degnum, tá nýggja kirkjan varð vígd, og kirkjuklokkan aftur hoyrdist kalla fó1k til kirkju. Í Thabor høvdu vit nýtt lítlu klokku frá gomlu kirkjuni við Garð, men hon hoyrdist so stutt.
Hin st6ri dagur rann upp 10. juni 1984 – 1. hvítusunnudag, tá Eivind Vilhelm, varabiskupur, vígdi nýggju kirkju. Vígsludagurin var vakur og hugtakandi. Bæði tí at veðrið var til vildar, og løturnar í kirkjuni kallaðu lovsongin fram í sinninum. Langt aðrenn kl. 11 var kirkjan stúgvandi full, og nógv fó1k stóð á kirkjuplássinum. Mong vóru tey, sum leitaðu heim aftur, tí at har var eingin møguleiki at koma inn.Kirkjan er mett til at hava umleið 500 sitiplass, men til vígsluna
vóru umleið 1200 fólk inni, og ein fittur partur av teimum vóru fólk úr Fuglafirði, sum eru búsett aðrastaðni. Tey vóru leitaði heim til bygdina, har tey upplivdu barna- og ung­dómsár, fyri at vera við hesa hátíðarstund.Tá klokkan ringdi til gudstænastu, var ein stutt bønarstund hildin í Thabor, har varabispur og bispur okkara I København, Ole Bertelsen,
prestar, kirkjuráðslimir, limir í bygginevnd, um­boð fyri landsstýrið, ríkisumboð og kirkjustjórn vóru saman komnir, og sálmurin »Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há« varð sungin. Síðan var gingið í skruðgongu heim í kirkjuna við báðum bispunum á odda, meðan luttakarar í skrúðgonguni bóru gamlar og nýggjar kirkjulutir heim í kirkjuna. Og meðan gingið varð innar, og varabispur setti hvøn lut á sítt pláss, sang eitt sangkór stjórnað av John Højby: Hin signaða dag vit síggja fró. . . .Tá ið skruðgongan var komin innar, vórðu øl1 pláss inn eftir gólvinum fullsett, so fólk stóðu sum sild í tunnu, og a knæfallinum sat fjøld av børnum. Og so for vígsluhátíðin fram.. Klokkari var Edvard Skarðsá, ið hevur ringt í skjótt 40 ár. Heðin Kambsdal var við urguna, sum er úr gomlu kirkju. Poul Martin Joensen, deknur, las inngangsbønina, Ole Bertelsen, biskupur, helt vígslutaluna, Eivind Vilhelm, varabispur, vígdi kirkjuna, sóknarpresturin prædikaði út frá dagsins texti og Sámal Kristiansen, deknur, las útgangsbønina. Og ímillum alt hetta fylti felagssálmar og kórsangur hetta vakra kirkjuhús, har so mangar røddir sungu saman sum neyvan nakrantíð fyrr í Fuglafirði.Aftaná gudstænastuna varð døgurði á  »Restaurant Muntra« fyri gestum, har røður vórðu hildnar, og mangar tøkkir vórðu bornar fram.Kl. 17 var aftur farið í kirkju til kirkjukonsert, har kórið, ið var savnað saman til dagin úr mongum búplássum, gleddi okk­um við sínum vakra sangi. Sangstjóri var John Højby, ið var komin úr Danmark fyri at stjórna framførsluni av vígslukan­tatu, sum Alexander Kristiansen, lærari, hevði skrivað til dagin, og sum Højby hevur gjørt lag til. Til konsertina mundu vera um 800 fólk.

Um kirkjuna sigur arkitekturin, at hann læt høvuðsbygn­ingin vera sekskantaðan. Báðir endarnir ganga fram í spíss, so at grundflatan her minnir um bátin, og hann læt hana lyfta seg upp móti himli eins og fjøllini rundan urn hana. Útbygn­ingurin er inspireraður av tí gomlu føroysku trækirkjuni við træveggjum og flagtekju. Og tornið setti hannvið síðuna av kirkjuni, soleiðis at hitt lága síðuskipið bindur torn og høvuðs­skip saman. Innan er kirkjan klødd við viði, og í skjøldrinum yvir altarinum er 7 armaður ljósastaki sum relief í vegginum. Tey stóru vindeygu á sunnaru síðu gera, at tú eins og í gomlu kirkju kann sita og uppliva vakurleikan í nattúruni uttanfyri. Altarborðið er tjúkk laminerað træpláta, sum verður borin av føroyskum gróti, og eisini doypifunturin er føroyskt grót. Og úr føroyskum gróti eru eisini flísarnar a k6rg6lvi, forkirkju og bíðirúmi. Beinkirnir eru polstraðir og klæddir við klæði, sum er vovið úr føroyskum tógvi. Vilja vit spyrja, hvar síggja vit okkurt úr gomlu kirkju, er at siga, at víst eru lutir, sum hava verið nýttir í gomlu kirkju, hóast tað nógva er nýtt. Grundarsteinarnir, sum síggjast í vegg­inum inni í kór, eru evnaðir úr steini, sum gamla kirkja var laðað við. Messingstakarnir á altarinum hava uttan iva verið í gomlu kirkjuni við Garð, og somuleiðis gamli kalikurin og diskurin, sum standa a altarinum. Tey komu til kirkjuna 1836 í staðin fyri kalik og disk í messing, sum ikki eru til meira. Men gamli kalikur er so illa farin, at vit einans kunnu varðveita hann sum skreytlut. Eisini altarkannan og oblateskjan, bæði úr silvuri, eru úr gomlu kirkju, hóast teir lutirnir ikki eru gamlir. Yvirdoypifuntinum hongur bronsukrúna við livandi ljósum, ið verða tendraðvið dóp og konfirmatión. Henda krúnan hekk eisini í gomlu kirkju.Møguliga finna vit eisini pláss til aðrar krúnur, sum kirkjan eigur. Ogmong, sum tína inn í nyggju kirkju, vilja kennast við bæði modelskipini,sum eisini hingu í gomlu kirkju, sluppin “Norðlýsið«, sum kirkjan fekktil sín 100 ára dag, og skipið »Rødefjord«, – model av skipi, sum kgl. handilin átti, og sum varð latið gomlu kirkju úr Danmark fyri einum 10árum síðan. Men tað mesta, sum verður nýtt aftur úr gomlu kirkju, sæst ikki, títað liggur fjalt aftanfyri klædning so sum allur stór­viðurin í tí lágasíðuskipinum. Eisini eru báðir teir tjúkku træ­bjálkarnir, sum beratakið í torninum, evnaðir úr bjálkum frá gomlu kirkju.Til vígsluna fekk kirkjan mangar og goðar gávur. Altar­silvurið -kalikur, diskur og krusifix – er smíðað av Bent Exner, gullsmiði, og erlatið kirkjuni av Havsbrún í Fuglafirði, altardúkurin er gjørdur av 4systrum úr Fuglafirði, og saman við nýggjum messuakuli fekk kirkjan hannsum gávu til vígsl­una. Eitt skip – model av sluppini »Pilot« – varlatið kirkj­uni av manni, sum sjálvur hevur gjørt tað. Hann átti barna-og ungdomsár í Fuglafirði, har faðirin var klokkari. Frá komm­ununi fekkkirkjan ein kekk upp á 50.000 kr. Og soleiðis kundu vit hildið áfram.Og lat meg so her í milIum gávurnar nevna allar teir tímar, harmenn góvu arbeiði og tíð. Og so vóru tað allar rokning­arnar fyriarbeiði ella tilfar, har vit fingu frá 10 till 100 % í avsláttri. Althetta hevur samvirkað, so at vit fingu eina kirkju fyri 7 1/2 millión,ið óivað skuldi havt kostað 9 milliónir, um alt skuldi verið goldið viðfullum virði.

Tað eru so mong nøvn, ið áttu at verið nevnd í samband við hesa bygging, og so mangar takkir at borið fram. Eg hugsi her um allar teir, sum arbeiddu og løgdu rygg til, so kirkjan kom at verða eitt valaverk – bæði bygningurin sjálvur og alt tað, sum er innan. Men eg viI bara nevna 3 nøvn, ið eins og skara fram úr, tá vit hugsa urn kirkjuna: Pætur Joensen, formann í bygginevndini, ið for inn í hetta arbeiði av øllum huga, so­leiðis at vit í kirkjuráðnum alIa tíðina kendu, at tað at skipa fyri var í goðum hondum, – Jakob Oluf Jakobsen, ið hevði umsjónina fyri arkitektin saman við Pæturi, og sum fekk okk­um tilfarið til vega væl bíligari, enn vit kundu keypa tað her á landi, – og so Sveinbjørn á Horni, sum átók sær at byggja kirkjuna og gjørdi tað soleiðis, at hon í dag stendur og sigur frá arbeiði, sum er væl úr hondum greitt.Jú vit fingu eitt prýðiligt guðshús í Fuglafirði, og tað er okkara inniliga vón, at tað ikki bara skal standa har og bera vitnisburð um goðan arkitektur og valaverk, men at hetta vakra kirkjuhús altíð má vera ramma um ríkt andaligt lív, har lovsongur yvir frelsaran lyftir seg móti tí høga tróðrinum frá mongum og glaðum røddum.