Home » Postsøgan

Postsøgan

Print Friendly



Posthúsið í Fuglafirði lat upp 1. juli 1903. Fyrsti postavgreiðslumaðurin var Tummas Juul Petersen. Hann var sýslumaður í Eysturoy. Í 1910 flutti Tummas Juul Petersen til Klaksvíkar, har hann tók við starvinum sum sýslumaður fyri Norðoya Sýslu. Samstundis tók hann eisini við sum postavgreiðslumaður í Klaksvík.

Í frásøgnini um posthúsið í Klaksvík søgdu vit, at fleiri av teimum fyrstu posthúsunum í Føroyum vóru knýtt at sýslumonnunum. Eitt
annað, ið eisini hevur gjørt seg galdandi er, at størvini í føroyska
postverkinum ofta hava gingið í arv frá einum ættarliði til annað. Soleiðis hevur verið í Fuglafirði. Tá Tummas Juul Petersen flutti til Klaksvíkar, tók bróðir hansara, Hans Jacob Petersen, við sum postavgreiðslumaður.


Fyrsta posthúsið í Fuglafirði

Í
1926 tók dóttir Hans Jacob, Alma Rustin, ábyrgdina av
postviðurskiftunum í bygdini og tá hon fór frá 31. oktober 1975, tók
dóttir hennara, Margretha Rustin Johannesen, við sum posthúsleiðari og
sat í starvinum til 30. november 1994. Sostatt vóru postviðurskiftini í Fuglafirði í hondunum á somu ættarfólkum í 91 ár.


Húsið hjá Almu Rustin, har postavgreiðslan var í mong  ár

Fram til 1930 var posturin í  barnaheiminum hjá Almu Rustin. Eina tíð  – tað var áðrenn Alma og maður hennara Poul Rustin fluttu í egin hús – vórðu  høli leigað til posthúsið. Fyrstu tíðina  varð leigað frá eini mostur Almu, og seinni frá Sámal Petur Petersen, sum var  ættaður av Viðareiði. Frá 1932 til 1975  var posturin í heiminum hjá Almu og Poul Rustin, har serlig høli vóru innrættað  til endamálið. Men hølini gjørdust ov  trong, og tí varð avgjørt at finna onnur høli. Tann 1. november 1975 varð flutt í núverandi  posthúsið í bygdini. Hølini leigar  postverkið frá handilsfelagnum Haraldsen.

Faðir Almu, Hans Jacob  Petersen, átti tveir postbátar. Annar æt  “Alma” og hin “Ragnhild”. Tann fyrri var  uppkallaður eftir Almu og hin seinni eftir systur hennara. “Alma” og “Ragnhild” sigldu við posti, farmi  og ferðafólki. “Ragnhild” sigldi úr  Fuglafirði og norðureftir til Hellurnar, Oyndarfjarðar, Elduvíkar, Funnings og  Gjáar. “Alma” sigldi millum Fuglafjørð  og Klaksvík og legði eisini at í Leirvík. Eftir krígslok helt “Alma” uppat at sigla og  varð seld úr Fuglafirði út á Skálafjørðin. Báturin varð upprunaliga keyptur úr Noreg í  1930.


Alma Rustin

10 ára gomul fór Alma Rustin til  Havnar at ganga í realskúla. Afturkomin  til Fuglafjarðar, 14 ára gomul, fór hon at arbeiða fast á posthúsinum saman við  faðiri sínum. Tann
1. mai 1926 fekk Alma  Rustin fulla ábyrgd av postviðurskiftunum í
Fuglafirði og av postliga  samskiftinum millum Fuglafjørð og Tórshavn,
millum Fuglafjørð og Klaksvík og við  eysturbygdirnar í Eysturoy. Hon var bert  26 ára gomul um hetta mundið.


Alma legði frá sær tann 31. oktober  1975, restaðu bert seks mánaðir í,
at hon kundi halda sín 50 ára starvsdag sum  postavgreiðslukvinna. Hon hevði tá  arbeitt á posthúsinum í 61 ár tilsamans. Alma valdi at fara frá í sambandi við, at  posthúsið flutti í nýggju hølini.


Núverðandi posthúsið í Fuglafirði

Síðan 1. november 1994 hevur  Sigrun Jacobsen verið posthúsleiðari í Fuglafirði. Á posthúsinum starvast nú fýra fólk. Talan er um tvey størv at bera postin út og  hálvtannað starv inni á postavgreiðsluni.