VARMAKELDA
Nátt er yvir Fuglafirði,
mjørkin fjalir bygd og fjøll,
tað er so eg hómi vegin,
og mær tykist, at vit droyma øll,
í dreymum ofta størst er gleðin. —
Fuglafjørður er í nátt ein dreymahøll.
Eg møti kátum monnum, hond í hond —
leiðast eins og lítil børn,
og teim mongu, sum í nátt sær knýta ástarbond;
øll eru kát, glað og blíð, sum einglabørn.
Eg hoyri ljóð av kendum saxofonum,
tað er »Søljan«, ið leikar listug løg í dansistovu.
Yndisligar ungar gentur spakuliga eftir gólvi glíða.
blómuprýddir kjólar, eins og summarfuglaveingir
teirra føgru snið og kroppar prýða,
og eg frøist við hvørt stig tær stíga, — stíga — stíga — stíga —.
Dreymanáttin rennur skjótt í veitslurúsi,
eg hitti góðar vinir, og vit ferðast hús úr húsi.
Tokan lættir, sólin fer at skína,
og eg síggi »Borgina« tað fagra grøna fjall
fram úr tokuni at trína.
Eg steðgi á við »Gjógvará«, nú hoyri hennar ljóð
tuttlandi ímillum stórar klettar, leita út mót sjó. —
Dunnurnar á ósanum so morgunkátar spæla.
Fuglar syngja, og ymsastaðni hoyrast hanar gala.
Eg síggi onkum mann, sum fjakkar sær í døsi, —
sum vanligt er í síkum vøsi.
Vakur morgun, alt er bjart og ljóst,
og eg gangi fram við glugga,
hvar eg síggi unga mammu geva lítla barni sínum bróst.
Døggvátar blómur, troyttu sinn og sálir ugga. —
Konur reka neyt um geil og garðar,
slíkt í mínum minni stendur eins og gyltir varðar.
Ein Fuglafjarðar stevna sum í hugna, fyri mær, yvirgongur aðrar,
BERNHARD BRIM