Home » Malunarhav

Malunarhav

Print Friendly

IMG_0067Søgnin sigur, at ein kona á Dalbø, Malan at navni, ein dagin, hon var ov sein til neytar, og hinar neytakonurnar sótu uppi á Botnsbrúgv og bíðaðu eftir henniog høvdu hug at arga hana, skuldi blíva so sint, at hon lovaði at vísa teimum, at hon dugdi okkurt, tær ikki dugdu. Hon skuldi tá taka ein tungan stein, ið lá nakað eystan fyri gøtuna niðan Botnsbrúgv, og lyfta hann. Hetta megnaðu hinar ikki.

Hesin steinur hevur síðan verið róptur Malunarhav

.Fyri nøkrum árum síðani var Malunarhav farið í tvíningar. Tá tók Fritleif Joensen, bóndi, havið oman til umvælingar. Hetta er nú gjørt, og havið er borðið niðan aftur á sítt rætta pláss. Áðrenn farið bleiv niðan aftur við tí, varð havið vigað, og vá tað 176 kg.

IMG_0066