Ov nógvar svartar tekjur úti á bygd.

Ov nógvar svartar tekjur úti á bygd.

“Tað ber á grønt”, varð sagt í einum
útvarpsleiki fyri nøkrum árum síðani. Nú bera flestu tekjur úti á bygd á
svart. Svart er svart. Svart er tað, sum í listini ber tað við sær, at
næstan einki er eftir, sum kann siga fólki, at hetta er ein málningur.
Listamenn hava roynt at “minimera” málningin, og koma teir har til, at
svart er tað síðsta tú m. a. kanst velja, áðrenn fóturin flytir seg í
listaheimin, har einki er eftir. Tá flýgur listin út hagar, hvar bert
ravnagorr hoyrist á stummari nátt.


Picasso málaði: Bláa atmosferu. Tað bláa er
fragari enn svart. Blái dámurin fær teg uppfrá, og tú fert at sveima. Tú
fert ikki inn í myndina, sum tá ið tú skoðar svarta flatu. Ingálvur av
Reyni málaði eitt árið málningin, sum bar heitið: Gráur morgun. Grátt er
hóast tað, sum liggur millum svart og hvítt, men hugsandi er, at
Ingálvur vildi vísa á, hvussu langt tú kanst fara við listini, at bert
grátt kann mynda ein málning; og tað er fragari enn svart.


Eg veit ikki, hví fólk velja svart tak, tá íð
tey skifta tekju . Fleiri, sum seta føtur undir egið borð, velja eisini
svarta tekju. Hvat líkist tað, at ung fólk velja tekju við svørtum liti?
Ber hetta á tað borðið, at tað sær myrkt út úti í víðu verð, ella er
tað so, at fullveldið spøkir í “undirbevístheitini,” og ein ávísir ótti
liggur sum grums á sálarbotninum fyri hesi søk? Ella ganga vit aftur til
amtmanstíðina? Eg sigi bara eitt: “ Vit kunnu ikki taka fullveldið við
tekjum, har stórsti parturin ber á svart!”


Tá ið eg siti uppi við Bøveg – Norðuri í Gerði í
Fuglafirði og líti út yvir bygdina, síggjast alt ov nógvar svartar
tekjur. Tær reyðu, grønu, gulu og brúnu tekjurnar fækkast, og er hetta
stórt spell. Tú verður drigin niður í hetta svarta holið, og ikki
vendist aftur. Hetta er so tungt, døkt , dimt, dapurt og svart, at tað
sigst ikki frá hesum. Hetta er ikki bara galdandi fyri Fuglafjørð, men
flestu bygdir okkara.. og Havnina við. Nei, kæru bý- og bygdafólk, tá ið
tit skifta tekju, so vel ein lit, sum ikki ber á svart!!!!!!!!! 

Frits Johannesen