Føroysku Campingplássini

Richard Grimsdale ferðastjóri í bretska felagnum “Camping and Caravaning Club”, heldur ikki at møguleikarnir hjá campistum eru nøktandi í Føroyum.

Næsta ár kemur Norrønna at sigla til Skotland, og tí verða  møguleikarnir hjá nøkrum fleiri milliónum fólkum at ferðast henda vegin.  Fleiri av hesum ferðafólkum verða óivað tað vit kalla campistar.Campingplássini  í Føroyum eru so tilvildarlig og ótiltalandi hjá ferðamanninum, at vit líka so gott kunnu siga, at vit hava ikki pláss fyri tykkum.Spell  er, at okkara gestablídni ikki røkkur longur, og at vit ikki duga at  síggja møguleikarnar, sum onnur liva tjúkt uppá – at heinta inntøkur frá  campistum.

Eitt er vist: Verður vøran bjóða teimum, so gjalda tey fegin.

Ofta hoyra vit, at campistarnir hava alt við heimanífrá, men tað er altíð okkurt tey ikki hava við.

Millum annað tær upplivingar vit kunnu geva teimum her í Fuglafirði.
Her  er upp til okkum at finna uppá hvat vit vilja geva teimum. Í fleiri  førum kunnu vit geva teimum eins góðar upplivingar og tær vit sum  turistar fáa uttanlanda.  Her hugsið eg um: á sjógvi og landi/fjøllum, ymiskt í Mentanarhúsið ella í samkomum.

Tað  er upp til okkum um vit vilja vinna nakað frá okkara vitjandi.  Sjálvandi kunnu tey ikki gjalda, um einki verður teimum boðið.

Fuglafjørður  eigur í øllum førum, at hava eitt stað har campistar kunnu hava  sømiligar umstøður. Møguleikar til el – bað og toilet  (Mentanarhúsið),  sjálvandi fyri eitt ávíst gjald.

Um økið verður lýst sum alment campingarøkið, eisini umborð á Norrønu, so finst væl onkur sum hevur áræði at bjóða okkurt fram.

Vit  hava tikið økið við Mentanarhúsið sum eitt uppskot, men hettar kann  kanska gera tað, at eitt betur egnað verður funnið – um betri finst.

Vit hava lagt eina meiningarkanning út á vinstra bredda á hesi síðu.
Eitt er heilt vist: Gera vit einki, so vinna vit einki.