Heima aftur

Fiskivinna

Enn einaferð hava vit fingið eina góða mynd frá Jákup Oluf Breiðaskarð.Myndin er av Boðasteini sum fullfermdur kemur heim, óivað undan Íslandi.Størri mynd er at finna í myndasavninum.

Á myndini er ikki langt eftir til skipið kemur undan Enninum, og róp kemur í, at Boðasteinur kemur.Børn og vaksin skunda sær at taka ímóti.
Maður og pápi er komin aftur av fjarðleiðum.Nú  er gleði og fagnaður – gloymdar eru tungu løturnar við vaðbeinið.  Lippukassin hevur seinastu tíðina verið eitt og alt, hann varð verðuliga  bankabókin har tímalønin varð skrásett.

Men nú eru tað tey verðuligu virðini sum taka vald á huganum.  Heimið, og alt tað sum kært er.

Boðasteinur  kemur heim fullfermdur. Fiskurin í lastini vil geva bygdini nógvar  arbeiðstímar. Ein av fyrstu døgunum verður fongurin landaður. Eftir tað  verður hann væl og virðuliga vaskaður, fyri síðani at verða turkaður,  antin úti á fiskastykkjunum, ella inni í turkihúsinum. Síðsta handfaring  er táið fongurin verður buntaður sum klipfiskur og førdur av landinum.

Í hesi arbeiðsgongd legði fongurin góðan vinning eftir seg í bygdini.

Ein  mynd sum henda av Boðasteini, har hann kemur fullfermdur inná fjørðin,  er ein góð mynd av fiskivinnusamfelagnum, sum myndaði Føroyar  meginpartin av fyrra árhundraði, har góðu firðirnir vóru kraftdeplarnir í  landinum.

Fuglafjørður varð ein av góðu firðunum. Hettar kunnu  vit enn síggja á skipum og bátum í allari Eysturoy sum skrásett eru við
frámerkinum FD (Fuglefjord).

Hvør gongdin verður framyvir er  óvist, men tað eru ávísar ábendingar sum hava hug at vísa hvussu vit í  hesum økið fara at húsast.

Um tú hevur hug at lesa meira um bygdasamfelagið, so er ein góð grein, sum kann takast niður,  á hesi leinkjuni:

http://www.region.fo/Namsrit/Namsrit7_2006.pdf
______________________________________________________________

Navnið og føroyska flaggið á myndini av Boðasteini siga, at hon er frá krígsárunum.

Tað eru óivað tey flestu sum ongantí hava sæð hesa mynd áður, men myndin er framvegis ogn hjá Jákup Oluf.

Myndirnar á síduni eru Copyvardar.
Tað er bert verðuligi eigarin sum kann geva loyvið til at copi verða givin.

Hevur tú eina forvitnisliga mynd at vísa øðrum so er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, send teldupost til:

[email protected]

ella kom inná gólvið

Bjarnavegur 8
Fuglafjørður

 

[26.09.2006 – Jóhan Heri Joensen]