Silvitni

Hetta  vakra føroyska orðið, munnu flest øll okkara hava hoyrt onkran siga, allarhels ein tilkoman ella eldri persón. Hvat merkir orðið?Sláa vit upp í føroysku orðabókina, so fáa vit fylgjandi upplýsningar.

silvitni -s h 24e blikalogn (á sjónum), deyðastilli, dýrdarveður

Klikkja  vit á myndina til høgru, so síggja vit veruliga hvat silvitni merkir. Oftani siga vit at ein mynd talar 1000 orð. Soleiðis er vist eisini í hesum førinum.

Mann várið nú av álvara vera komið?

 

[16.04.2008 – Jóhan Joensen]