Kommunalt

Hesin bólkur er ætlaður at vísa alt kommunalt virksemi.

Vinna

Alt sum hevur vinnuligan áhuga er ætlað at hýsa í hesum bólki.

Ítróttur

Nógvu ítróttargreinarnar hava henda felagsbólk.

Mentan

Víða hugtakið mentan verður hýst í hesum yvirbólki,

Tónleikur

Alt innan tónleik.

Heim » Vinna

Borg steingir

Lagt út av tann 09/05/2008 – 18:20

Í dag, leygardagur 10 mai 2008,  er síðsti dagur timburhandilin Borg hevur opið í Fuglafirði, enn ein fyritøka skrivar søgu.Timburhandilin sum í dag steingir opnaði fyrstu ferð í 1968.

Tað  var Skipafelagið Føroyar, sum tá átti Stórhús, ið setti Timburhandilin á stovn. Stórhús er tað sum í dag er elsti partur av laksavirkinum. Fyrsti leiðarin var Ragnvald Joensen.Hesin timburhandil bleiv seinni seldur til Dánjal Petersen, og Petur Oluf Jacobsen, teir bygdu bygningin sum Timburhandilin seinnu árini hevur húsast í.

Kreppan  í 90unum varð tung fyri mong vinnurekandi, og soleiðis varð eisini við hesi fyritøku. Timburhandilin í Runavík keypti handilin og hevur drivið hann síðani.Handilin hevur ligið sera høgligt fyri mitt í býnum. Hóast umstøðurnar ikki vóru av teim bestu, so føldi tú teg altíð vælkomnan, og varð avgreiddur av sera vinarligum fólki.

Vani bítur  best, plaga vit at siga, og mong munnu tey verða sum av gomlum vana fóru inná gólvið at keypa. Tað, at hann síðani 1968 hevur verið ein partur av býarmyndini, hevur eisini havt sína ávirkan.

Tað mann  verða fatanin millum fólk, sum kenna keypsprísin, at Timburhandilin verðuliga hevur skotið pappakeykin við hesi sølu, men stóri spurningurin er, um hettar ikki er ein løtuvinningur. Kundarnir velja nú Kambsdal, alt annað vildi verið órímuligt.

Søgan hjá Fuglafjarðar Timburhandli sum byrjaði í 1968 er liðugt skrivað.

Meira kemur her á síðuna, um hetta sera loyniliga keyp, ein av fyrstu døgunum.

 

[09.05.2008 – Jóhan Heri Joensen]