Fuglafjørður ein altjóða havn

“Jenny N” á FuglafjørðSkipavitjanirnar í apríl mánaði vóru omanfyri miðal. Í alt 71 vitjanir, av teimum vóru 37 útlendskar. Brutto tonnagan 180.000 í alt, av teimum 133.000 útlendskt.
Mai mánaði hevur fingið góða byrjan, við tveimum risaskipum á vitjan í gjár, 07.mai.
Bulkskipið “HARUKA” kom úr stillahavinum umvegis Panamakanalina. Skipið er 170 m langt og 27 m breitt. BT 17070 og DW 28050.
“HARUKA” fór avaftur Fuglafirði kl. 13.00 ávegis til Norra.
Gasstangaskipið ”JENNY N” kom úr Houston í USA. Skipið er 204 m langt og 32 m breitt. BT 36459 DW 43538
“JENNY N” fór avaftur Fuglafirði kl. 24.00 ávegis norður Norra
Bæði skipini bunkraðu tungolju til egið brúk frá “Effo Bunkers”.
Hesar síðstu vikurnar hava fleiri íslendsk frystiskip lagt veiðuna upp á land her.
Tað er Bergfrost ið tekur ímóti og leggur vøruna inn í fjallahøllirnar, ið goymur frystivørurnar til tær verða avskipaðar aftur. Í apríl tók Bergfrost ímóti 8000 tonsum av frystum.

Kelda: www.fuglafjordur.fo